

Umboðsmannatingið í amerikanska deilstatinum Florida, har Republikanararnir hava meiriluta, hevur í dag samtykt at banna fosturtøku eftir sættu viku, skrivar DR.DK.
Bert tá talan er um neyðtøku, incest ella um mamman er í vanda, kann undantak gevast.
Lógaruppskotið var samtykt við atkvøðunum 70 móti 40 og vantar nú bert at guvernørurin í deilstatinum Ron DeSantis skrivar undir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo