Fyri einum góðum mánaði síðani vunnu klaksvíkskvinnur steypakappingina, og í morgin seta tær punktum fyri kappingarárinum, tá tær fara á Tórsvøll eftir FM-steypinum - Mynd: Jóhanna Thomsen
Fyri einum góðum mánaði síðani vunnu klaksvíkskvinnur steypakappingina, og í morgin seta tær punktum fyri kappingarárinum, tá tær fara á Tórsvøll eftir FM-steypinum - Mynd: Jóhanna Thomsen
FSF: Tað verður nummar eitt ímóti nummar tvey, KÍ og HB sum møtast á Tórsvølli í morgin, leygardagin 24. oktobur klokkan 14:00, tá síðsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum er á skránni.
Undan dystinum er greitt, at klaksvíkskvinnur fara avstað við FM-heitinum – meistaraheiti nummar 25 síðani 1997 – meðan HB fær silvurkrónurnar.
Í hinum dystinum í ovara bólki tekur Víkingur, sum fær bronsuheiðursmerkini, ímóti Skála. Tann dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, og byrjar klokkan 13:00.
Í niðara bólki í MeistaraDeildini hjá kvinnum er framvegis spenningur um 1. plássið. Undan síðsta umfari er 07 Vestur fremst við 23 stigum, tvey stig fleiri enn B36, sum er á øðrum plássi við 21 stigum.
Og tað verða júst hesi bæði liðini, ið hittast á Tórsvølli í morgin klokkan 17:00. Hin dysturin í niðara bólki verður í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og FC Suðuroy. Tann dysturin byrjar klokkan 13:15.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



