Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroya Tatt Fest: Enn einaferð kunnu føroyingar gleða seg til eitt heilt vikuskifti, har vit hátíðahalda tatoveringslistina. Hetta er 11. ferð at FO Tatt Fest verður hildin, og hesuferð verður hon hildin í Dansifrøi í Tórshavn 12. - 14. mai í samstarvi við OY.

Í fjør kundi FO Tatt Fest hátíðarhalda 10 ár á baki, og tað bleiv gjørt við einum braki av einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har ikki færri enn 23 listafólk úr øllum heiminum vitjaðu og tatoveraðu í Føroyum. Hetta var tíverri eisini fyrstu ferð, at stigtakarin og stovnarin av FO Tatt Fest, Fjølnir Geir Bragason (Fjølnir Tattoo), ikki var við. Men hóast Fjølnir andaðist í desembur 2021, so er hann framvegis við okkum øllum ígjøgnum alt arbeiðið, og er ein stórur íblástur og partur av drívmegini í at halda fram við arbeiðinum. Talan er um ein felags eldhuga og áhuga fyri at breiða út tatoveringslistina í Føroyum og vísa á eitt, fyrr fjalt, yrki, sum eigur at fáa størri rúmd og viðurkenning.

Í næstum fara vit at kunngera luttakandi tatovørar og skrá fyri FO Tatt Fest. Eitt kunnu vit tó avdúka: Tað verður stórt og forkunnugt, tá nøkur av teimum bestu tatoveringslistafólkunum úr øllum heiminum vitja í Føroyum í mai!

Meira kunning og skrá kemur seinni. Til ber at fylgja við sosialu miðlum og heimasíðu felagsins.

Fyriskiparar, hjálparfólk og listafólk gleða seg til at bjóða øllum vælkomin til eitt vikuskifti við kroppsprýðing, tónleiki, listaframsýningum, kappingum og mangt annað.

Bárður DC hevur gjørt listaverkið til ársins plakat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo