FK: Súsanna Poulsen er sett sum stjóri í Føroya Keypssamtøku.
1. juni 2022 tekur Súsanna Poulsen við sum stjóri í Føroya Keypssamtøku. Hon er ættað úr Havn og er 47 ára gomul.
Súsanna Poulsen hevur drúgvar royndir innan detailhandil og kemur frá einum starvi sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.
Súsanna tekur við starvinum sum stjóri eftir Finn Nielsen, sum hevur røkt starvið í góð 40 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo