Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Politi og Dátueftirlitið: Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, at tað er týdningarmikið at hava fyrilit fyri øðrum og vísa sama góða atburð á netinum, sum vit leggja okkum eftir í vanliga lívinum.

Føroya Politi fær av og á fráboðanir um hóttanir á netinum og vil minna borgarar á at vanda sær um málið og ikki at missa tamarhaldið, tá ið sitið verður við skíggjan.

Á Dátueftirlitinum koma javnan fráboðanir frá borgarum, ið kenna seg útstillaðar ella ærumeiddar vegna óynsktar myndir á netinum.

Føroya Politi og Dátueftirlitið vilja við hesum minna á, at dátuverndarlóg og revsilóg eru eisini galdandi, tá tú ferðast á netinum. Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo