Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Onnur tíðindi

Frá 1. novembur verður dýrari at hava fleiri fartelefonhald hjá Føroya Tele. Eisini hækka prísirnir á datahaldum, leigubeinarum og stovningargjaldi fyri at keypa við avdráttum.

Størsta hækkingin í krónum í prístalvuni fyri fartelefonhald er hjá kundum við seks 70GB-haldum. Mánaðarprísurin hækkar úr 762 upp í 922 krónur. 

Hjá kundum við einum fartelefonhaldi verður prísurin óbroyttur, tó undantikið óavmarkaða haldið, sum hækkar úr 287 upp í 297 krónur um mánaðin.

Datahaldini við 10, 50 og 200GB hækka øll 30 krónur um mánaðin, meðan hald til barnaur hækkar úr 57 upp í 67 krónur.

Stovningargjaldið fyri »Rinda í smáum« hækkar eisini munandi. Fyri keyp undir 3.500 krónum fer gjaldið úr 299 upp í 499 krónur. Fyri størri keyp hækkar tað úr 599 upp í 999 krónur – umleið 67 prosent.

Føroya Tele sigur, at prísirnir verða tillagaðir fyri framvegis at kunna bjóða góðar tænastur og trygt samband.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #