Bjarni Djurholm á Facebook: Skilið í Frankaríki, har stuldur frá islamistisku migrantunum er eitt av mongu úrslitunum av høpisleysa og bláoygda útlendingapolitikkinum hjá Frankaríki og Europa eisini.
Politikkur, sum fer at oyðileggja Frankaríki og europeiska samleikan.
Í kulissunum sita Trump, brotsmaðurin Putin og Xi og gotta sær, sum í næstum ætla at hittast at býta á skinninum, har Ukraina og Europa verða hildin uttanfyri.
Menn, sum hata Europa og vilja sindra heimspartin samstundis sum Trump í hevnisøku sløkkir og tendrar fyri satilittsignalunum, so ukrainar ikki kunnu verja seg móti ballistisku missilunum frá vinmanninum og drápsmanninum hjá Trump - Putin.
Í gjárkvøldið goyði Trump á Truth Social, at tað er Zelenski, sum als ikki vil frið? Men tað vil Putin!
At Zelenski og ukrainar er álopnir og av øllum alvi verja seg fyri at yvirliva hevur ongan týdning fyri Trump.
Fyri hann hava gramleiki, pengar og lygnir allan týdning.
Moralur hevur ongan týdning, og í morgun messar og hóttir amerikanski fíggjarmálaráðharrin Scott Bessent (samkyndur, giftur við manni og eiga teir tvey ættleitt børn), at nú skal Zelenski ansa sær at kritisera Trump.
Bessent verður stuðlaður av samkyndu Alicu Weidel, sum er í parlagi við kvinnu Sarahu Bossard og hava tær ættleitt tvey børn.
Alica Weidel er leiðari í týska AfD. Sjálvar liva Alica og konan í Schweiz fyri at sleppa lættari í skatti.
Tað er einki skil í heiminum longur.
Samstundis leggur Trump myndir á Truth Social, har evangilistar standa rundan um Trump í ovala rúminum - við hondunum á akslunum á Trump, har tey takka og signa forsetan??
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



