Í apríl er árið so ungt enn, at tað bæði grætur og lær hjartaliga
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Danmark på vegne af Færøerne og Grønland”. DFG. Soleiðis eita Føroyar, tá Føroyar ferðast á altjóða pallinum.

Uttanríkispolitiska lógin sigur, at Føroyar og Grønland eru ein samanrunnin greipa, og Føroyar tí í einhvørjum fiskivinnuspurningi mugu og skulu koordinera við Grønland fyrst. Eisini sjálvt um Føroyar hava onnur og mótstríðandi áhugamál enn Grønland.

Føroyar noyðast fyrst at samráðast við myndugleikarnar í Nuuk, áðrenn tær kunnu áseta toska- og rækjukvotu í Flemish Cap. Og tekur Grønland ikki undir við Føroyum, so noyðast Føroyar at tillaga seg. Føroyar kunnu eiheldur víðariføra strandalandasemjur í samband við felags umsiting av svartkjafti, makreli og sild í Norðureysturatlandshavinum, um Grønland ikki tekur undir við hesum.

Er hendan støðan nøktandi fyri uppisjóvarflotan, línuflotan og okkara nú einasta rækjuskip? Avgjørt ikki!

Neyðugt er, at danska stjórnin leggur annað skinn um bak og góðtekur víðari og sjálvstøðugan ræðisrætt hjá Føroyum á uttanríkispolitiska pallinum, soleiðis at Føroyar til eina og hvørja tíð upptraðka sjálvstøðugt uttan mun til Grønland ella Danmark – ja, at Føroyar umboða Føroyar.

Hetta hevur danska stjórnin higartil ikki góðtikið.

Framyvir skal tað einans vera støðan hjá Føroya landsstýri, ið er avgerandi fyri, hvørt og undir hvørjum umstøðum fiskivinnupolitikkur Føroya verður borin fram í samstarv við okkara grannalond.

Framgongd og menning Føroya er í stóran mun tengt at júst hesum.

Vit eiga at virka fyri, at Føroyar framyvir skulu kunnu fáa fullan limaskap í altjóða felagsskapum, ið hava serligan búskaparliga áhuga fyri Føroyar, herímillum NAFO og NEAFC.

Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desember 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo