Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Tvískattaavtalur

Spurningar:
1. Er arbeiðið at kanna møguleikarnar fyri at fáa fleiri tvískattaavtalur fyri føroyska vinnulívið og føroyingar yvirhøvur ella handilsflotan og shippingvinnuna sett í gongd?

2. Hvussu verður arbeiðið skipað?

3. Nær kann væntast, at nakað úrslit ella ein frágreiðing fyriliggur?

Viðmerkingar
Í mars mánaði í ár varð uppskot til samtyktar (lm. nr. 72/2022) lagt fram við eini áheitan um, at landsstýrið skal leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvussu farast skal fram fyri at samráðast um fleiri tvískattaavtalur fyri Føroyar.

Tá ið málið var á skrá í tinginum, tóku umboðini fyri allar flokkar væl ímóti uppskotinum og málið fekk eina jaliga viðgerð og bleiv samtykt. Sum skilst kann hetta gerast rættiliga drúgt at fáast við og tí er alneyðugt at tryggja, at gongd er á arbeiðinum.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur støðugt víst á, at tørvur er á fleiri tvískattaavtalum.

Føroyar hava í dag einans átta tvískattaavtalur við onnur lond, og tað er ikki eydnast at økja um talið av hesum avtalum seinastu mongu árini. Til samanberingar kann nevnast, at Danmark hevur fleiri enn 70 tvískattaavtalur við onnur lond.

Fleiri tvískattaavtalur kunnu m.a. vera við til at geva føroyingum og vinnuni betri virkisfrælsi og eina betri kappingarstøðu uttanlands. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 19. oktober 2023
Eyðdis Hartmann Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo