Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað hevur ljóðað nú í eina tíð, at landsins stjórn ynskir at fara aktivt inn í kríggið í Eysturevropa. Eg havi ikki heilt vilja trúð hesum, men í dag varð hetta váttað. Sum tað hevur ljóðað, so fara Føroyar nú at framleiða og veita vápn til vestara partin í krígnum. Við hesi avgerð eru Føroyar sum ósek tjóð slept á gólvið. Føroya stjórn hevur einki staðfornemilsi og hevur drigið føroyafólk út á eina ófyrigeviliga naiva leið.

Góðu tit ungu í Føroyum. Tit mugu ikki lata hesa krígsavgerð fara aftur við borðinum! Tit mugu seta tykkara fólkavaldu krøv, líka mikið hvønn flokk tit hella til! Hetta er tykkara/okkara framtíð, ið er nógv meira umráðandi enn flokspolitiskt stríð.

Eg veit, at hetta kann tykjast “ikki” at vera einfalt. Kríggið í Ukraina er veruligt og ræðuligt, og fólk har hava sjálvandi rætt til verju. Men tað er eisini okkara rættur, og ikki minst skilagott, at vit føroyingar seta spurnartekin við okkara egna leiklut í hesum. Vit hava rætt at spyrja, um vit vilja, at okkara tjóð og framtíð skal virka sum eitt mikroskopiskt hernaðarpolitisk tannhjól hjá øðrum at avgera.

Vit eru mong – og helst stórur meiriluti í Føroyum – ið ynskir og krevur, at Føroyar til eina og hvørja tíð hevur eina skynsama altjóða tilgongd. Undir ongum umstøðum eiga verjuleysu Føroyar aktivt at føra kríggj. Hetta má koma undir at vera søguliga mest naiva politiska avgerð, ið nakrantíð er tikin í Føroyum, síðan løgtingið varð endurstovnað í 1852!

Smátjóðir og altjóða strategi

Vit í Føroyum hava í yvirformat dugað at navigerað altjóða hesi nógvu síðstu áratíggjuni. Hetta hevur lyft okkum upp til tað samfelag, ið vit í dag kunnu gleðast um. Hetta er alt gjørt við skynsomum samskifti og avgerðum, ið byggja á grundleggjandi sterka sjálvsfatan. Síðstu tíðina hevur hetta fingið annað ljóð, nú vit eru kroyst ímillum stórtjóðir, og landsins stjórn ridlar í síni sjálvsfatan. Við hesi avgerð, at Føroyar nú skulu framleiða og veita vápn til kríggið, er alt slept á gólv. Vit eru ein tjóð uttan staðfornemilsi og handla hareftir.

Lagnunnar speisemi!

Tað eru altíð tey, ið hava minst vald, hava minst at siga, og sum eru minst vard, ið merkja avleiðingarnar harðast, tá kríggj umræður. Komandi ættarlið, okkara eftirkomarar og tey ungu koma at bera hesa byrðu.

Eg taki frástøðu frá, at Føroyar flyta seg inn á eina hernaðarliga leið uttan breitt alment kjak, uttan fólkaræðisligan stuðul og uttan virðing fyri tí, sum vit í øldir hava bygt okkara sjálvsfatan á – nevniliga frið.

Eg taki frástøðu frá avleiðingunum, nú naiva tilgongdin til Føroyar sum krígstjóð er tikin fram um Føroyar sum eina skynsama friðartjóð.

Eg heiti staðiliga á Føroya stjórn: Leggið vápnini! Veljið friðin!

Eyðstein Ó. Poulsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #