Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ein burðardygg ferðavinna snýr seg m.a. um at finna eina javnvág millum trivnaðin hjá teimum lokalu, at okkara náttúra verður vard, at ferðavinnan er búskaparliga haldfør og at ferðafólkini fáa eina góða uppliving í Føroyum.

Slík javnvág verður bara funnin við eini opnari og almennari samrøðu um, hvat tað er vit vilja við ferðavinnuni í Føroyum.

Umframt at hava fundir og verkstovur við eitt breitt úrval av føroyingum frá øllum heraðshornum, heitir Visit Faroe Islands nú á føroyingar um at siga sína hugsan um ferðavinnuna.

“Endamálið við hesum er at fáa eitt so gott grundarlag undir okkara nýggju framtíðarætlan sum gjørligt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

- Vit vilja øll hava eina - væl skipaða og burðardygga ferðavinnu. Tað krevur at vit øll, alt samfelagið, tekur ábyrgd fyri uppgávuni og at vit megna at samstarva um góðu loysnirnar, tí hetta er avgjørt ikki ein uppgáva sum vit á Visit Faroe Islands kunnu loysa einsamøll. Tað sum er avgerandi fyri framtíðar ferðavinnumenning er, at vit eru so samd sum møguligt um, hvønn veg vit skulu fara. Og tað byrjar við eini opnari, konstruktivari samrøðu, sum vit nú royna at seta í meiri skipaðar karmar, sigur hon.

Nú hevur tú møguleikan - Sig tína meining
Visit Faroe Islands heitir á allar føroyingar um at geva sína meining um ferðavinnuna til kennar umvegis heimasíðuni.

Til ber at siga sína hugan um møguligar avbjóðingar, lokalar ella landsfevnandi, ella viðurskifti, sum eiga at verða øðrvísi. Eisini ber til at vísa á jalig viðurskifti, møguleikar og/ella upplivingar, sum ein kundi hugsað sær fleiri av. Serliga viðkomandi er at vísa á loysnir ella konstruktiv hugskot ið kunnu tryggja eina góða og burðardygga ferðavinnu fram móti 2030.

Til ber at geva sína meining til kennar og lesa meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo