Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Reyði Krossur: Í eina góða viku hava føroyingar savnað saman pening at lata til Íslendska Reyða Kross. Stuðulin skal brúkast til at hjálpa teimum, ið eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík, har 4.000 borgarar hava verið noyddir at rýma frá heimi sínum.

Við góðum stuðli frá privatpersónum og stovnum í Føroyum, hevur Reyði Krossur savnað 250.000 kr., og saman við Føroya landsstýri senda føroyingar tilsamans eina hálva millión.

Íslendski Reyði Krossur takkar føroyingum hjartaliga fyri stuðulin:

“Okkara føroysku vinir eru altíð til reiðar at gera góðar gerðir. Tú noyðist aldrin at biðja um hjálp, men tey bjóða seg fram alt fyri eitt. Sum vinir gera," sigur Jón Brynjar Birgisson, rakstrarstjóri í Íslendska Reyða Krossi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo