Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Dartsamband Føroya: Í morgin fara fýra av okkara fremstu leikarum í dart til Assen í Niðurlondum, har stóra kappingin World Masters verður.

Frá hósdegnum til mánadagin verður kappast hvønn dag, og er millum annað atgongd til heimsmeistaraheitið fyri einstaklingar uppá spæl.

Kappingin World Masters er størsta kapping av sínum slag, og verða væntandi yvir 1.000 leikarar úr øllum heiminum við.

Føroya hava fingið tilluta 4 pláss. Okkara umboð eru Jan Erik Fjallstein, Jan McIntosh, Niels Thomsen og Uni Árting.

Við á ferðini er eisini Annfinn Allansson Hjaltalin, sum er ferðaleiðari og umboð fyri DSF.

Til ber at fylgja kappingini inni á heimasíðuni dartconnect.tv. Dartsamband Føroya fer eisini at leggja úrslitini út á facebookvangan so hvørt sum tey koma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo