

Mangt bendir á, at ein av stóru vinningunum í Lotto spælinum er endaður í Føroyum.
Í øllum førum skrivar Danske Spil á heimasíðuni, at ein føroyingur kann gleða seg til at taka ímóti stóru pengaupphæddini í næstum.
Seðilin sum vann í gjár er keyptur hjá Kiosk Activ í J.C. Svabosgøtu í Havn, skrivar Danske Spil.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo