Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Tann størsta gávan, sum landsstýrismaðurin kann geva okkum, er, at hann ger tað gjørligt hjá okkum at selja okkara framleiðslu her á staðnum.

Nakað soleiðis segði ein av stovnarunum Dánial Hoydal, tá nýggja fyritøkan Faer Isles Distillery alment lat upp í Vestmanna í gjár. Sum er, er tað bara Rúsdrekkasøla Landsins sum hevur loyvi at selja rúsdrekka.

Landsstýrismaðurin, hann meinti við, var Høgni Hoydal, sum eisini hevur vinnumál undir sær. Høgni Hoydal hevði fingið heiðurin at "klippa snórin" og hann segði í síni røðu, at sitandi landsstýri arbeiðir við málinum, og hann hevur góðar vónir um, at tað ber til at fáa meiriluta fyri málinum.

Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður, sum hevði fingið heiðurin at lata barrina og móttøkuhølini upp, segði seg vita, at eisini ímillum andstøðulimir í tinginum eru fleiri sum vilja gera neyðugu lógarbroytingarnar, so hetta fer at bera til.

Tað er Bjarni Kárason Petersen sum er landsstýrismaður í lógarmálum, og hann skrivar á facebookvanganum, at hann seinni í ár fer at leggja uppskot fyri tingið, ið m.a. loyvir rúsdrekkaframleiðarum at selja allar sínar egnu vørur.

Dánial Hoydal segði á móttøkuni í Faer Isles Distillery í gjár, at tað er ein meinbogi fyri vinnuna, at hon ikki sjálv sleppur at selja sínar vørur uttanum einkarsøluna, tí tað er oftani tá gestir eru komnir á gátt, og hava fingið rundvísing á virkinum, at hugurin at keypa sær okkurt heim við er størstur.

Eigararnir av Faer Isles Distillery síggja stórar møguleikar í at fáa útlendsk ferðafólk á gátt. Fleiri hava longu verið, og tey undrast øll sum ein á, at tað ikki ber til at keypa sær okkurt minni at hava heim við.

- Tað er ein týðandi partur av grundarlagnum undir fyritøkuni, at hetta fæst uppá pláss, segði Dánial Hoydal millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo