Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fríggjadagin í síðstu viku skipaði Landsbanki Føroya fyri einari ráðstevnu um tilfeingisgjøld í Løkshøll í Runavík.

Ráðstevnan var áhugaverd og fleiri ymisk sjónarmið vórðu borin fram.

Íslendskur serfrøðingur helt, at føroysk fiskiskip rinda ov høg veiðigjøld.

Eina áhugaverda framløgu hevði íslendski búskaparfrøðingurin Birgir Tór Runólfsson, sum er professari við universitetið í Íslandi.

Hann gjørdi greitt, at føroysku veiðigjøldini eru alt ov høg.

Hetta sjónarmiðið hevur tó ikki verið at sæð í føroysku miðlunum eftir ráðstevnuna.

Fyrilestur hansara var nevndur “Taxing the fisheries; Experiences from Iceland”.

Síðani greiddi hann nærri frá, hvussu gjøldini í Íslandi eru ásett, og tey eru í flestu førum væl lægri enn tey føroysku gjøldini.

Hann varð eisini spurdur, hvat hann helt um tey føroysku gjøldini.

Orðstýrarin spurdi, um hann hevði nakra hugsan um ta skipanina, sum Føroyar hava valt at seta í verk.

- Ja, við tí lítlu vitan, sum eg havi, so vil eg siga tillukku og stakkals menn, segði íslendski serfrøðingurin við tilsiping til føroysku fiskivinnuna.

Síðani greiddi hann frá sínum sjónarmiðum viðvíkjandi veiðigjøldum og skatting av fiskivinnuni.

Hann hevði eina heilt aðra støðu enn hana, sum vit javnan hoyra miðlaða í eitt nú Kringvarpinum.

Øll ráðstevnan kann annars síggjast her: Ráðstevna um tilfeingisgjald

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo