Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag eru rættarskipanin og løgreglan donsk málsøki. Dómsvald og løgregla eru tó sera týdningarmiklir stovnar fyri eitthvørt samfelag. Tí ætli eg mær at arbeiða fyri, at teir koma á føroyskar hendur. 

Vit skulu seta ferð á hetta arbeiðið beinanvegin, men meðan hetta verður fyrireikað, eiga vit at syrgja fyri, at føroyskt verður fyrsta mál í føroysku rættarskipanini. Tað er tað ikki í dag, sjálvt um rættargangslógin sigur tað. 

Í dag kann tað koma soleiðis fyri, at tú noyðist at greiða frá á donskum í rættinum, tí dómarin ella ákærin ikki skilja føroyskt.  

Hugsa tær at greiða frá truplum, eymum og sorgbundnum viðurskiftum á donskum? At greiða frá einari neyðtøku ella øðrum traumatiserandi hendingum, meðan tú samstundis skalt hugsa um, hvussu tú orðar teg á øðrum máli enn tínum egna? - Í Føroyum.

Øll kunning og skrivligt samskifti frá hesum ríkismyndugleikum eru á donskum, hóast teir virka í Føroyum og eru fyri føroyingar. 

Hetta er ikki nóg gott fyri rættartrygdina, og hetta er ikki nóg gott fyri føroyskar íbúgvar. 

Vit skulu taka ábyrgd, og vit skulu seta krøv – eisini til danskar ríkismyndugleikar. Rættargangslógin sigur, at føroyskt er fyrsta mál í rættarskipanin. Hetta skal virðast. 

Eg ætli mær at arbeiða fyri, at rættarskipanin og løgreglan verða yvirtikin, og at føroyskt verður fyrsta mál í føroyskurættarskipanini.

Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. Des

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo