Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin, sunnudagin 25. februar kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið í gudstænastuni í Skála kirkju, har forsetin Jógvan Fríðriksson biskupur, prædikar. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna.

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, og umboðar flestu kirkjum og samkomum í landinum. Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna. Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og møguleiki er at tekna seg til at stuðla Bíbliufelagnum umvegis heimasíðuna www.biblia.fo

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum, síðani 1961.

Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja testamenti.

Ein partur av Føroyska Bíbliufelagnum eitur Spírar, og ger talgilt barnartilfar á føroyskum. Á heimasíðuni www.spirar.fo er nógv spennandi og mennandi tilfar, sum øll føroysk børn kunna síggja gott og ókeypis føroyskt tilfar á netinum.

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði í øðrum londum. M.a. hava føroyingar stuðla Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið ger kristiligar og mennandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo