Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faer Isles Distillery: Í fjør vóru stórar greinar um Faer Isles Distillery í altjóða tíðarritum so sum Tasting Table og Food & Wine Magazine, sum m.a. vístu á, hvussu føroyska veðurlagið er optimalt til at búna whisky, og hvussu serligi búningarhátturin í føroyskum opnahjallum er serstakur og ikki sæddur áður.

Eisini er distillaríið við í sjónvarpsrøð um distillaríir við Norðuratlantshavi, sum m.a. verður sýnd á 130 sjónvarpsrásum í 70 londum í Evropa, Asia, Avstralia og Miðeysturi, herundir risastóru amerikansku støðini PBS.

Nú hevur so Whisky Magazine eisini stóra grein um distillaríið. Whisky Magazine er mest lisni miðilin í whisky-heiminum við stórum altjóða lesaraskara og er høgt virdur fyri sína redaktionellu góðsku og innliti í vinnuna.

www.whiskymag.com/articles/its-a-fair-time-for-whisky-in-the-faroe-isles

Eftir stórar seinkingar orsakað av koronu, fór Faer Isles Distillery undir whisky framleiðslu fyri 1 ári síðani. Av tí at whisky skal búnast í minsta lagi í 3 ár, eru tískil enn 2-3 ár, áðrenn fyrsta whisky kemur á marknaðin. Tey eru tó somikið nøgd við góðskuna, at tey í næstum koyra sítt new make whisky – nýframleiddu rávøruna, ið verður lagt at búna á tunni – á marknaðin í smáum 20cl fløskum, so forvitin kunnu fáa ein forsmakk. Tað er tó umráðandi at undirstrika, at hetta er sterkur, óbúgvin løgur, ið als ikki kann sammetast við búnað whisky.

Sum nevnt í greinini hjá Whisky Magazine selur felagið í løtuni eisini áfyltar whiskytunnur fyri at fáa fígging til raksturin, meðan bíðað verður eftir, at fyrstu fløskurnar við whisky verða klárar. Bíðilisti er á heimasíðuni www.faer.fo/whisky

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo