Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Róðrarsambandið: Føroyska landsliðið í inniróðri er ávegis til Prag at kappast um heimsmeistaraheitið í inniróðri.

Á liðnum eru 5 kvinnum, sum skulu luttaka í U23 og opnum bólki í 500 og 2000 metrum, umframt í liðkapping fyri kvinnur og blanda lið.

Sarita Kristina Hansen luttekur í LW23-39. Sarita hevur luttikið í altjóða kappingum í inniróðri í fleiri ár, Sarita er m.a. fleirfaldur evropa- og heimsmeistari. Umframt at vera rógvari, hevur Sarita seinastu 2 árini eisini verið landsliðsvenjari hjá føroysku landsliðunum í inniróðri, bæði fyri juniorar og vaksin. Sarita er dagliga knýtt at KíF-kappróður, har hon er venjari og róðurskvinna.

Kristina Roest luttekur í W23-39. Hetta er fyrstu ferð Kristina umboðar Føroyar uttanlands. Hon hevur tó luttikið í heimligu inniróður kappingunum á nøkur ár og hevur luttikið í føroyskum kappróðri í fleiri ár. Kristina er knýtt at FSR.

Sára Maria Johansen luttekur eisini í W23-39. Dagliga býr Sára Maria í Danmark, har hon er í lestarørindum. Sára Maria er knýtt at róðrarfelagnum KVIK og er í løtuni ein partur av einum bruttohópi til eitt áttaraprojekt hjá danska landsliðnum.

Vár Guriardóttir Hansen luttekur í W21-22. Vár hevur luttikið í altjóða inniróður kappingum í fleiri ár og hevur eisini verið sjónlig í heimligu kappingunum. Vár var í 2023 á danska landsliðnum í skullara.

Zoe E. Dickson skal luttaka í LW21-22. Zoe býr í Danmark, har hon er í lestrarørindum og er knýtt til róðrarfelagið DSR. Zoe luttók við góðum úrsliti í dupultskullara á danska ungdómslandsliðnum í 2023. Í løtuni er hon knýtt at einum OL-projekti í dupultskullara.

Sí umtaluna World Rowing hevur á heimasíðu sínari her

##med2##

Úrslit og myndir frá kappingini kunnu síggjast á innirodur.rsf.fo, á Instagram vanganum Faroeserowing og á Facebook vanganum hjá Róðrarsamband Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo