Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Norðoya og Eysturoyar Tjóðveldisfelag: Hvønn leiklut hava Føroyar í heimssamfelagnum? Kríggj er í Evropa, og broyttu trygdar- og handilsfortreytirnar seta stór krøv til uttanríkispolitikkin.  

Føroyskur uttanríkispolitikkur hevur søguliga í stóran mun snúð seg um fiskiveiðiavtalur. Ein teirra er afturvendandi avtalan um umbýti av kvotum við Russland, sum gongur út við ársenda.  

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kemur at greiða frá um tilgongdina við fiskuvinnuavtalum og atlit í hesum sambandi.  

Støða okkara í heiminum er tætt knýtt at støðuni hjá hinum vesturevropeisku londunum, men fyri bert 10 árum síðani boykottaðu ES-londini føroyskan fisk, so vit máttu leita til aðrar marknaðir. Hvør er støðan nú? Hvørjar eru okkara samstarvstjóðir, og hvørjar kundu verið tað? 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, kemur at greiða frá um leiklutin og málini hjá Føroyum í heiminum handils- og verjupolitiskt. 

Høvi verður at seta spurningar.  

Tiltakið verður í miðhøllini í Skúlatrøð í Klaksvík, hósdagin kl 19.00.

Vit vóna at síggja nógv fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo