Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna og fyritøkan Rami hava undirskrivað avtalu um at fáa gamlar sagnir, sum hava gingið fyri seg í Tórshavnar kommunu, lisnar upp á heimasíðu, sum fólk verða beind á umvegis QR-kotu.

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at menna tilboð og upplivingar til føroyingar og ferðafólk.

Skjótt verður møguligt hjá fólki at lesa og hoyra føroyskar sagnir á enskum og føroyskum á eini heimasíðu, sum fólk verða beind á umvegis sokallaðari QR-kotu.

Tað er fyritøkan Rami, sum hevur ment heimasíðuna við gomlum føroyskum sagnum, sum verða umskrivaðar til nútíðarmál og lisnar inn av sjónleikarum á bæði føroyskum og enskum máli.

Avtalað er gjørd millum Tórshavnar kommunu og Rami um 9 føroyskar sagnir, sum verða lisnar inn og redigeraðar og dramatiseraðar við tónleiki yvir 3 ár. Tær 9 sagnirnar sigast at hava gingið fyri seg í Tórshavnar kommunu.

Tær fyrstu 3 sagnirnar verða eftir ætlan tøkar um mánaðarskiftið juli – august í ár. Talan er um sagnirnar: Símun í Kirkjubø, Risagravirnar á Steinafjalli og  Tórsvík, sum er um navnið Tórshavn .

Síðani verða 3 sagnir lagdar afturat um árið, komandi 2 árini.

Heðin Mortensen fegnast um skipanina og væntar, at bæði borgarar í Tórshavnar kommunu, og føroysk og útlendsk ferðafólk fara at fáa gleði av heimasíðuni. Tað er sjálvandi umráðandi, at vit varðveita gomlu føroysku sagnirnar, og tað er ein sjálvfylgja, at vit vísa útlendingum okkara søgu- og mentan. Tað er eisini upplagt, at vit brúka teir møguleikar, sum tøknin gevur okkum í dag til at fortelja okkara eftirkomarum og ferðafólki frá sagnunum, sigur borgarstjórin.

Nærri kunning um staðseting og skeltir við QR-kotu verður løgd á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, tá heimasíðan verður virkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo