Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Føroyski búskapurin er komin væl fyri seg eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 5,4 prosent í 2022 og 5,8 prosent í 2021. Vøksturin er størri enn í flestu londum, vit vanliga sammeta okkum við.

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prístum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.

Framgongd í føroyska búskapinum
Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 5,4 prosent í 2022. Vøksturin er eitt tekin um, at føroyski búskapurin er komin fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Reali búskaparvøksturin hevur ligið millum 5 og 6 prosent bæði í 2021 og 2022. Talan er um lutfalsliga stóran vøkstur, ið er nakað størri enn árligi miðalvøksturin í Føroyum seinastu tíggju árini á 3,4 prosent.

Størri vøkstur enn í øðrum norðurlondum
Til ber at sammeta realvøksturin í føroyska búskapinum við reala búskaparvøksturin í øðrum londum. Reali búskaparvøksturin á 5,4 prosent er størri enn hann var í hinum norðurlondunum í 2022, tó undantikið í Ísland, sum hevði ein enn størri vøkstur á 7,2 prosent. 

Fyri árini 2020 til 2022 hevur reali búskaparvøksturin í Føroyum verið stívliga 3 prosent í miðal. Árligi miðal realvøksturin hevur verið 2,3 prosent í Danmark somu árini, meðan Noreg og Svørvíki hava havt ein miðalvøkstur á næstan 2 prosent. Sveiggini í íslendska búskapinum hava verið størri. Árligi miðal realvøksturin hevur verið 1,5 prosent í Íslandi árini 2020 til 2022. 

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo