Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Faroe Dive: Síðani danska sjóverjan stongdi kavaraskúlan í Keypmannahavn, í desembur 2018, hava danir ikki havt møguleika at útbúgva seg innan kaving við luftveiting frá vatnskorpuni í Danmark.

Støðan hevur havt við sær, at fleiri av vinnnunum mangla kavarar við hóskandi útbúgvingum.

Serliga er tørvurin stórur í vinnunum, ið arbeiða við grøna orkuskiftinum til havs og innan byggivinnuna.

Í Danska Ríkinum er tó ein kavaraskúli, ið veitir kavarum útbúgvingar innan kaving við luftveiting frá vatnskorpuni.

Hesin kavaraskúlin er í Føroyum og er tann norðasti av sínum slag í heiminum.

Av støðuni hjá dønum fær føroyski vinnukavaraskúlin alsamt fleiri fyrispurningar um kavaraútbúgvingar, úr Danmark.

Um føroyskir myndugleikar duga at lofta møguleikanum, kunnu føroysku kavaraútbúgvingarnar veruliga gera seg galdandi..

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo