Málið við útbúgving er at fylla eitt tómt sinni, til tað verður eitt opið sinni
- Malcolm Forbes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kriminalforsorgin, sum er danskt málsøki, livir ikki upp til egnar reglur um, at føroyskir fangar, sum sita í donskum arresthúsum og fongslum, skulu tryggjast heimferð aftur til Føroyar, tá teir verða leyslatnir.

Tað verður staðfest í svari frá danska forsætismálaráðnum uppá fyrispurning (settur umvegis Ríkisumboðið), sum var lisið upp á donskum á Føroya Løgtingi í dag.

Kriminalforsorgin brýtur reglurnar
Forsætismálaráðið hevur sent fyrispurningin víðari til Direktoratet for Kriminalforsorgen, sum viðmerkir:

”Direktoratet kan endvidere oplyse, at Kriminalforsorgen Hovedstaden, hvorunder Færøerne Arrest hører, til brug for besvarelsen har oplyst, at uanset at institutionerne har pligt til at afholde udgifterne til løsladte færingers hjemrejse til Færøerne, kan områdekontoret ikke afvise, at der kan forekomme enkelte sager, hvor dette ikke er sket.”

Føroyingar verða á hvørjum ári fluttir til Danmarkar at sita dóm – og í summum førum verða teir enntá sendir niður uttan dóm – fyri at sita varðhaldsfongslaðir meðan teir bíða eftir at sleppa í rættin. Tá føroyingar verða leyslatnir úr donskum fongslum ella arresthúsum, verða teir í fleiri førum bara sleptir út á gøtuna, har teir eru staddir. Uttan kunning til tey avvarðandi ella føroyska almannaverkið. Uttan nakað trygdarnet.

Framvegis onki samstarv
Kriminalforsorgin er donsk, so onki landsstýrisfólk hevur evstu ábyrgd av hesum frælsistiknu føroyingum. Á heysti í 2021 var tó frammi í føroysku miðlunum, at nú skuldi betri samstarv vera millum Kriminalforsorgina, sum er undir donskum ræði, og Almannaverkið í Føroyum, sum vit sjálvi vara av. Nú vit skriva mai 2023 er framvegis onki skipað samstarv komið í lag.

“Direktoratet for Kriminalforsorgen kan oplyse, at der for nuværende ikke er en standardiseret aftale mellem de færøske og danske myndigheder om færøske afsonere og varetægtsfængslede.”

Tó verður upplýst, at arbeitt verður við einari samstarvsavtalu, sum væntandi verður klár fyrra hálvár í 2023.

“Så tal dog dansk!”
Sjáldan situr nakar í fongsli uttan orsøk. Revsingin hjá føroyingum er tó í fleiri førum harðari, enn dómurin leggur upp til. Føroyskir fangar verða sendir av landinum. Uttan møguleika fyri at sleppa úr fongslinum at vitja sína familju, sum aðrir danskir fangar. Við avmarkaðum møguleikum fyri at fáa vitjan frá familju og vinum úr Føroyum. Og í onkrum føri við kravi um at samskifta á fremmandamáli við sína egnu familju, tá teir endiliga fáa vitjan.

Allíkavæl tvíhalda danskir myndugleikar um, at føroyskir fangar fáa virðiliga viðferð í donskum fongslum.

“Det er regeringens ambition, at standarden på danske ansvarsområder på Færøerne – ikke mindst på justitsområdet – følger standarden i Danmark med respekt for de forhold og forskelle, der er mellem vores lande. Kriminalforsorgen sikrer på den baggrund, at færøske indsatte i danske fængsler og arresthuse modtager en værdig behandling, ligesom kriminalforsorgen sikrer dette for alle øvrige indsatte i kriminalforsorgens institutioner i riget.”

Tað er eftir mínum tykki lítið virðiligt ikki at lova føroyskum fangum at samskifta við síni kæru á sínum egna móðirmáli.

Kriminalsforsorgin á føroyskar hendur
Kriminalforsorgin í Føroyum er ein deild undir Kriminalforsorgen Hovedstaden í Keypmannahavn. Bæði fangar og avvarðandi uppliva, at samstarvið og samskiftið millum deildina í Føroyum og deildirnar í Danmark ikki er nøktandi. Ella rættari, tað er als ikki til staðar. Tá ið fangin er farin um føroyska landamarkið, er sambandið burtur.

Hetta er ein myrkur blettur í okkara vælferðarsamfelag. Tíanverri er støðan ikki heilt ókend. Heilt fram til miðskeiðis í 1970’unum vórðu fólk við menningartarni flutt av landinum. Hetta er lukkutíð søga, men vit útflyta framvegis nakrar av okkara veikastu borgarum av landinum. Frælsistiknar føroyingar, sum av onkrari orsøk, eru komnir illa fyri og eru endaðir skeivumegin lógina, verða framvegis sendir til eitt fremmant land at sita dómin. Til eina fremmanda mentan. Og skulu tosa eitt fremmant mál – eisini við síni kæru.

Hetta er ikki í ordan!

Vit skulu taka okkum væl av okkara veikastu. Vit eiga tí sjálvsagt eisini at yvirtaka kriminalforsorgina, so vit sjálvi fáa ábyrgdina av hesum øki. Frælsistiknir føroyingar skulu sjálvandi ikki sendast av landinum. Tað líkist ongum.

Inntil yvirtøkan gerst veruleiki, mugu vit krevja, at føroyskir fangar fáa sømiliga og virðiliga viðferð í donsku kriminalforsorgini.

Tað er tíanverri ikki støðan í løtuni.

Liljan Weihe
Løgtingskvinna
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo