Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Ein hópur av 9 masterssvimjarum úr Havnar Svimjifelag er farin til Íslands at kappast í vikuskiftinum á árligu íslendsku masterstevnuni, Garpamót. Teir kappaðust í gjárkvøldi og vunnu sær hópin av heiðursmerkjum.

Kappingin er skipað í aldursbólkarnar: 25-29, 30-34, 35-39, osfr.

Heiðursmerkini á fyrsta stevnupartinum í gjárkvøldið vóru hesi:
Aksel Haraldsen silvur í 50 frí
Árni Winther gull og silvur í ávikavist 100 bringu og  50 frí
Erling Eidesgaard silvur í 800 frí
Eyðun Húsgarð gull og bronsju í ávikavist 800 frí og 50 frí
Jákup Enni bronsju í 50 frí
Jon Hestoy gull í 800 frí, 50 frí og 50 firvald
Sámal Olsen silvur í 800 frí

Í 4x50 frí (liðsvimjing) vunnu Aksel Haraldsen, Eyðun Húsgarð, Erling Eidesgaard og Jon Hestoy gull.

Teir kappast aftur í dag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo