Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fyri fyrstu ferð skal eitt føroyskt landslið royna seg í vektlyfting í altjóða kapping. Hetta verður í Reykjavík, har fyrri parturin av Reykjavík International Games verður hildin um vikuskiftið.

RIG er stór altjóða kapping, har kappast verður í hópin av ítróttagreinum. Teirra millum er olympisk vektlyfting, sum seinnu árini hevur fingið ein risa endurreisn her á klettunum, eftir at ítróttin stórt sæð ikki varð íkðað í áratíggju.

Føroyskt vektlyfting fekk í fjør norðurlendskan limaska, og tað merkti, at vit fyri fyrstu ferð sóu føroyskar lyftarar í NM-kapping. Har gjørdist Maibrit Reynheim Petersen nummar seks í sínum bólki, meðan Niels Áki Mørk vann gull í sínum bólki í NM fyri juniorar.

Í Reykjavík nú um vikuskiftið verður talan fyri fyrstu ferð um føroyskt landslið, sum fer at royna seg. Tey fýra, Pól Hendrikur Andreasen, Niels Áki Mørk, Maibrit Reynheim Petersen og Asta Egilstoft Nielsen, eru føroysku umboðini, og tey skulu royna seg í kapping við fleiri aðrar tjóðir.

Kappingin er ikki skipað í vektflokkum, sum annars er vanligt. Ístaðin verða øll lyft umroknað eftir Sinclair-stiganum, har einstaka lyftið verður sett í mun til kropsvektina á tí, sum lyftur. Sostatt kann ein lítil lyftari væl fáa meira stig enn ein størri og sterkari lyftari. Samlaða stigatalið fyri hvørt liðið er soleiðis tað, sum telur.

Vektlyfting er á skránni sunnudagin klokkan 8 til 13. Kappingin verður stroymd á netinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo