Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Sambært almennu føroysku hagtølunum eru lutfalsliga nógv færri føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku, enn kvinnur í granalondunum.

Men hesi tøl eru skeiv. Veruligu føroysku fosturtøkutølini eru nógv hægri, enn vit hava hildið.

Nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur umbiðið, vísa, at í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur um árið, sum fáa fosturtøku í Danmark. Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri, sum fara úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tað merkir, at fosturtøkutalið per 1000 livandi fødd fer úr 39 upp í 125, um vit taka støði í tølum frá 2016. Og at tað í veruleikanum í minsta lagi eru næstan 100 føroyskar kvinnur í miðal, sum fáa fosturtøku um árið, og ikki góðar 30, sum hildið hevur verið.

Ein av fortreytunum fyri at fáa fosturtøku á almennum sjúkrahúsi í Danmark er, at viðkomandi skal vera skrásettur í Danmark. Tað er tískil sannlíkt, at nógvar av kvinnunum, sum koma úr Føroyum, skráseta seg sum búsitandi í Danmark í sambandi við fosturtøkuna.

Sjúrður Skaale heldur tað vera neyðugt, at vit nú taka ábyrgd av hesum økinum í Føroyum:

"Tølini prógva tað, sum mong munnu havt havt ein varhuga av: At tað er anarki á økinum. Vit vita, at tað eru kvinnur, sum fáa sína fosturtøkuumbøn játtaða av somu orsøkum, sum aðrar fáa hana noktaða. Tað vil siga, at tilvildin og persónligi hugburðurin hjá læknanum ræður. Og hesi nýggju tølini vísa, at nógvar kvinnur fara uttan um lógina á ein annan hátt - nevniliga við at fara til Danmarkar. Hetta ber snøgt sagt ikki til. Nú mugu vit tora at taka ábyrgd av hesum," sigur fólkatingsmaðurin.

Skeiv tøl
Hetta er ikki fyrstu ferð, at politikarar royna at finna útav, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.

Í 2004 spurdi Radikale Venstre heilsumálaráðharran hvussu nógvar kvinnur í árunum 1999-2002 fóru til Danmarkar at taka fosturtøku. Svarið var: 1 kvinna.

Í 2017 spurdi fólkatingsmaðurin Magni Arge heilsumálaráðharran, hvussu nógvar føroyskar kvinnur árliga fóru til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tá var svarið 1 kvinna um árið.

Mong hava verið fullgreið um, at hesi tølini vóru skeiv. Tí hevur Sjúrður Skaale spurt nógv meir nágreiniliga um málið (spurningarnir og svarini eru viðheft tíðindaskrivinum). Tað hevur tikið drúgva tíð, kravt stórt arbeiði og nógvar sonevndar "koyringar" hjá Danmarks Statistik at finna fram til svarini - men her eru tey so.

Og hetta er neyvan tann fulli sannleikin heldur, tí tað eru eisini føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku heilt uttan fyri skipanina.

Stór lýsing og alment tiltak um fosturtøku 30 septembur
Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur ikki bara fingið til vega verulig hagtøl, men hevur eisini tosað við kvinnur, sum hava royndir á økinum, læknar í bæði Føroyum og Danmark og onnur, sum hava við økið at gera.

Hetta verður alt lagt fram í stórari kanning seinni í heyst.

Endamálið er at fáa veruleikan um hetta evnið fram í ljósið, og at fáa eitt kjak, sum byggir á fakta, og sum vónandi kann leiða fram til, at politiska skipanin tekur ábyrgd av økinum við eini føroyskari lóggávu.

Kanningin og nýggju hagtølini verða løgd fram á almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn, fríggjadagin 30 septembur kl. 15.00.

Tað er ókeypis atgongd, men tilmelding er neyðug við at senda ein teldupost á jf(at)ft.dk ella við at senda eini boð á Facebook til Javnaðarflokkin á fólkatingi. Avmarkað pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo