Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímeðan føroyskar gentur fáa HPV vaksinuna fyri onki frá føroyska heilsuverkinum, so mugu dreingir gjalda 3.000 krónur fyri somu vaksinu eftir teir eru fyltir 18 ár, og tað er uttan nakra heilsufakliga orsøk.

Tað sæst í svari frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til spurning frá Anniku Olsen, tingkvinnu.

- Tað má ongantið koma fyri, at vit gera mun á dreingjum og gentum, og so slett ikki tá tað kemur til heilsutænastur. Ti fegnist eg almikið um svarið frá landsstýriskvinnuni, har hon boðar frá, at hon er sinnað at taka henda ójavna burtur, sigur Annika Olsen.

Spurningur og svar kann lesast her:

  1. Hvør er orsøkin til, at tað ikki eru eins treytir fyri gentur og dreingir at fáa HPV koppseting, eftir at tey eru fylt 18 ár, og at dreingir skulu rinda fyri HPV koppsetingina, eftir at teir eru fyltir 18 ár?

  1. Um serligar orsakir ikki eru til hendan ójavna, er landsstýriskvinnan so sinnað at broyta hetta, so kvinnur og menn fáa eins treytir?

Svar:

Til spurning 1
Vanligt er, at tilboð um ókeypis koppseting verða veitt somu bólkum í Føroyum sum í Danmark. Eitt undantak hevur tó verið tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV.

Tilboðið til gentur um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildið í bæði Danmark og Føroyum frá 1. januar 2009 at rokna. Tá ið tilboðið varð sett í verk í Danmark, fingu fleiri árgangir hetta tilboð. Men sama skipan varð ikki sett í gildi í Føroyum. Í Føroyum fekk bert ein árgangur hetta tilboðið, tí játtanin rakk bert til at bjóða HPV koppsetingina til ein árgang. So hvørt játtan hevur verið tøk, er tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV víðkað til støðugt fleiri aldursbólkar.

Síðani tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildi í Danmark, eru tíðaravmarkað átøk gjørd, sum hava havt til endamáls at fáa ungar kvinnur at koppseta seg. Eitt av hesum tíðaravmarkaðu átøkum varð at víðka tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV, so kvinnur kundu verða koppsettar ókeypis, til tær fyltu 28 ár. Av tí, at nógvar ungar kvinnur í Føroyum ikki vórðu koppsettar fyri HPV, varð somuleiðis gjørt av at víðka tilboðið í Føroyum til at fevna um kvinnur yngri enn 28 ár. Tíðaravmarkaða átakið til kvinnur er síðani avtikið aftur í Danmark, soleiðis at málbólkurin í dag er 12-17 ár.

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV er ásett í kunngerð. Kunngerðin er broytt hvørja ferð játtan hevur verið til at víðkað tilboðið til at fevna um enn fleiri árgangir. Mongu broytingarnar hava tíðum elvt til ørkymlan hjá bæði heilsustarvsfólkum og foreldrum, tí tey hava ivast í, hvør árgangur hevur rætt til tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV í Føroyum. Hesi viðurskifti høvdu við sær, at tá tilboðið um HPV koppseting varð víðkað til ungar kvinnur yngri enn 28 ár, varð tilboðið í Føroyum sett í gildi uttan tíðaravmarking og er enn galdandi í dag.

Seinni er tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV víðkað til eisini at fevna um dreingir. Sama tilboð er galdandi í bæði Danmark og Føroyum. Í báðum londum kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár (báðir árgangir) verða koppsettir ókeypis fyri HPV.

Til spurning 2
Eg eri sinna til í næstum at fara undir arbeiðið at broyta kunngerðina, so bæði kyn verða javnsett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo