Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskimálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í dag tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eftir sama leisti sum undanfarin ár.

Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2023 verður 483.042 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 1.251.403 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London 14. oktober í fjør.

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2023 verður 112.713 tons samsvarandi 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu á 511.171 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um norðhavssild í London 14. oktober í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo