Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Vit vita, at fólkaræðið er á tremur við skeivleikum. Fólkaræðið er flutt vald - frá fjøldini til fólkavald umboð. Samsvarið millum fólksins ynski og roynveruliga úrslitið tykist ofta sum dagur og nátt.

Fólkaræðið er eingin fullkomin stýrisskipan; men tann frægasta, íð higartil er upphugsað, sæð og roynd.

Tíðum síggja vit, hvussu etisk mál køva logan í politiskum flokkum og samgongum - sum ein marmennil, íð spillir fiskieydnuna. Etisk mál í politisku skipanini er sum Risin og Kellingin í sólskini - alt stirðnar og rennur í stein. Politiska savningarmegin fánar burtur í trætu og tvídrátti, lóggevandi valdið gerst óarbeiðsført og almenna kjakrúmið dálkast so ramt.

Loysnin, vit higartil hava troytt, er, at hvør tinglimur hevur sjálvsavgerðarrætt í etiskum málum. Eingin flokkur tryggjar veljarinum etiska kós fyri stavn uttan Miðflokkurin, sum hinvegin skorðar tinglimirnar fastar í etiskum høpi.

Hvussu raðfesta vit fólksins rødd og tryggja arbeiðsførið í løgtinginum/landsstýrinum?

Etisk mál, sum ikki teingja seg ov dygt at fíggjarstýring landsins, skal fólkið fáa til atkvøðu. Sum upphugsað dømi kann nevnast hesar fyritreytir, skulu etisk mál til fólkaatkvøðu:

  • at málið verður lýst sum etiskt mál og kann fremjast uttan nevnisverdar fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur,

  • málið verður nágreinað, endamálsorðing og framløga løgd til rættis,

  • málið verður alment lýst (gjøllig fólkaupplýsing),

  • tvey ár eru umliðin, áðrenn sama mál - ella mál, íð metist líkt málinum í uppskoti - hevur verið til fólkaatkvøðu,

  • og at í minsta lagi 10 tingfólk mæla til - ella í minsta lagi 5.000 føroyingar við valrætti í Føroyum skrivað undir - uppskot til fólkaatkvøðu.

Hvørjir snávingarsteinar forða fyri at knæseta fólkaatkvøðu um etisk mál? Er mannagongdin í samband við fólkaatkvøðu ov drúgv? Bera fólkavald ótta fyri politiskum arbeiðsloysi, ella at fjøldin misrøkir minnilutarnar?

Vit mugu hava álit á, at fjøldin á upplýstum grundarlagi ikki misrøkir sínar minnilutar. Fólkavald skulu raðfesta politiska friðin, arbeiðsføri samgongunnar og fólkaræðið.

Eingin fólkavaldur kann umboða 1.666 fólk í miðal og nøkta allar sínar veljarar í øllum málum. Fólkaræðið er ikki stovnað til frama fyri fólkaræðið sjálvt - fólkaræðið er fólksins tænari, og vit skulu tillagað fólkaræðið og stytta fjarstøðuna millum fólkið og valdið, tá hetta ber til (stýrisskipanin í Sveis ber boð um, at hetta er gjørligt).

Vinarliga
Snæbjørn Bærendsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #