40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í kjalarvørrinum av einum globalum ráki, hava etisku málini seinastu árini fylt nógv í føroyskum politikki. Tey hava skapt politiskan ruðuleika og flokkar og samgongur eru farnar í upploysing.

Sjálstýri er av tí áskoðan, at etisku málini skulu út til fólkatkvøðu, so vit í framtíðini sleppa undan politiskum ruðuleikum um hesi málini.

Tá tað kemur til tey etisku málini eru vit líka ymisk á máli, sum um øll onnur lívsins viðurskifti. Tó eru fá onnur mál, sum kunnu fáa sinnini so í kók, sum spurningar um etisk mál. Tað hevur ført sanniligan ruðuleika við sær, sum endaðu við, at meiri enn ein samgonguflokkur atkvøddi ímóti samgongusamtyktum.

Etisk mál hava ikki bara ein átrúðnaðarligan týdning, men sanniliga eisini heilsuligan, sálarligan og búskaparligan týdning. Tí er neyðugt við einari upplýsing um hesi mál. Einari upplýsing, sum ikki hevur við átrúðna at gera, men við samfelagsligu ávirkanina av møguligum broytingum. Tað átrúðnarliga kunnu samkomurnar taka sær av. Hetta sigi eg ikki, tí at eg haldi, at tann átrúðnaðarligi vinkulin ikki hevur týdning, men orskað av, at vit ikki øll hava somu átrúðnaðarligu sannføring. 

Sjálvstýrisflokkurin ynskir at fáa í komandi samgonguskjal, at etisk mál verða send út til fólkaatkvøðu, og tað innan atkvøðurnar verða gjørdar upplýsingarátøk til tess at tryggja, at borgarin kennir allar síður av málinum og kann taka støðu útfrá egnari sannføring.

Rúna Sivertsen
Valevni hjá Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo