Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Til fólkatingsvalið 31. oktober bjóði eg meg fram á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Hjá fleiri kann tað tykjast undarligt, at vit skulu velja tvey fólk at umboða okkum í einum parlamenti, sum er í einum øðrum landi. Tað skilji eg so sera væl.

Tó er tað soleiðis, at í hesum parlamentinum verða tiknar avgerðir, ið viðvíkja Føroyum og føroyingum.

Tí er tað týdningarmikið, at vit hava eina sterka rødd á Fólkatingi, ið talar okkara søk. Tað vilja eg og Fólkaflokkurin gera fyri Føroyar og føroyingar.

Fái eg tykkara álit, so vil eg:

- Betra um umstøðurnar hjá føroyingum, sum skulu í samband við danskar myndugleikar í gerandisdegnum

- Betra um umstøðurnar hjá føroyingum, ið fara til Danmarkar í lestrar- og sjúkraørindum.

- Virka fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO, olympisku nevndini og øðrum felagsskapum

- Slóða fyri yvirtøkum av t.d. íleggingargrunninum og loftrúminum, og at Føroyar fáa betri handilssambond úti í heimi.

Eg hevði verið fegin um, at eg og Fólkaflokkurin fingu álit frá tykkum at umboða Føroyar á Fólkatingi.

Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo