Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Grundleggjandi fortreytirnar fyri at kunna atkvøða talgilt á tryggum grundarlagi eru til staðar, og hetta eigur at gerast møguligt, sigur Fólkaflokkurin í uppskoti til samtyktar, har Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum heimilar talgildari atkvøðugreiðslu til val í Føroyum.

Í viðmerkingunum siga løgtingsumboðini í Fólkaflokkinum millum annað, at ein stórur partur av arbeiðarafjøldini hevur starvsstað á sjónum og uttanlands, og tá val til Løgtingið verður skrivað út í úrtíð, er vandi fyri, at hesi ikki fáa greitt atkvøðu.

- Tað er av stórum týdningi, at allir veljarar hava møguleika at luttaka í fólkaræðinum, men umstøðurnar kunnu laga seg soleiðis, at sjófólk og onnur ikki í verki hava møguleikan at ávirka, hvørja kós samfelagið, sum tey búgva og rinda skatt í, skal hava frameftir. Hetta er ásannað áður, og tá veitti Løgtingið lesandi uttanlands valrætt til Løgtingið.

- Talgilda menningin av samfelagnum í flest øllum lutum seinastu árini ber í sær, at flestu persónligu viðurskifti kunnu avgreiðast á netinum, og stórar íløgur eru gjørdar í, at hetta kann fara fram á einum
tryggum grundarlagi. Sum dømi kann nevnast Samleikin, ið verður brúktur av nærum øllum føroyingum millum annað til viðkvæmar upplýsingar, so sum bankaflytingar, tinglýsingar o.a.

- Uppskotssetararnir halda, at grundleggjandi fortreytirnar fyri at kunna atkvøða talgilt á tryggum grundarlagi eru til staðar, og at hetta eigur at gerast møguligt, siga løgtingsumboðini í Fólkaflokkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo