Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Vit vilja røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi.

Okkara fólkatingsumboð skal vera longdur armur hjá føroyska myndugleikanum í Danmark, og skal arbeiða fyri at seta tað í verk tað, sum Løgtingið hevur samtykt at galda millum Føroyar og Danmark.

Vit vilja bøta um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Danmark

Okkara fólkatingsumboð vil betra um møguleikar hjá ungum lesandi at fáa bústað í Danmark og vil virka fyri, at føroysk lesandi fáa lutað lestraríbúðir í Danmark.

Vit vilja bøta um umstøðurnar hjá teimum sum verða send til Danmarkar til sjúkraviðgerð

Okkara fólkatingsumboð vil bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum verða send til Danmarkar til sjúkraviðgerð. Nýggja føroyska talgilda heilsuskipanin skal samvirka við donsku talgildu heilsuskipanina, soleiðis, at journalupplýsingar eru tøkar í báðum sjúkrahúsverkunum. Hetta fer at stytta og bøta um viðgerðina og samstundis økja sjúklingatrygdina.

Vit eru óheft av donskum innlendispolitikki, men vilja samstarv á Fólkatingi.

Okkara fólkatingsumboð fer at velja samstarv fyri at røkka úrslitum til frama fyri Føroyar, sum t.d. bleiv gjørt við yvirtøkuni av undirgrundini og semjuna um bankaavtaluna.

Okkara fólkatingsumboð fer at virka fyri, at Føroyar yvirtaka loftrúmið, íleggingargrunnin og fáa limaskap í altjóða felagsskapum.

Vit vilja virka fyri, at Føroyar fáa altjóða viðurkenning og harvið limaskap í ST, Olympisku Nevndini og WTO.

Valskráin:

· Fólkaflokkurin vil aftur vinna umboðan á Fólkatingi

· Fólkaflokkurin er besta boðið, tá um ræður at brúka fólkatingssessin til frama fyri føroyingar, bæði í Føroyum og í Danmark.

· okkara ætlan er at nýta fólkatingssessin til at røkka hesum yvirskipaðum málum:

· okkara fólkatingsumboð verður føroyska røddin á Fólkatingi, sum burturav fer at røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Okkara fólkatingsumboð fer at hava vakið eyga við øllum fólkatingsmálum, sum kunnu ávirka Føroyar

· okkara umboð fer at tryggja, at á felagsøkjum skulu vit hava lóggávu, sum hóskar í Føroyum

· okkara fólkatingsumboð fer í tøttum samskifti við føroyska politiska myndugleikan at virka fyri, at avgerðir, tiknar av Løgtingi og landsstýri, verða settar í verk í donsku politisku skipanini

· okkara fólkatingsumboð fer at virka fyri bestu møguleikum fyri føroysk lesandi í donsku útbúgvingarskipanini

· okkara fólkatingsumboð fer at virka fyri, at føroysk lesandi í Danmark blíva raðfest í tillutanini av lestraríbúðum í Danmark. Føroysk lesandi eru í veruleikanum eru heimleys, um tey ikki fáa lestraríbúð í Danmark við lestrarbyrjan

· okkara fólkatingsumboð fer at arbeiða fyri, at føroyskir útisetar altíð kunnu kenna seg tryggar undir donskum lógum og mannagongdum

· okkara fólkatingsumboð fer at virka óheft av donskum flokkum, hóast Fólkaflokkurin altíð virkar í samljóði við borgarligu hugsjónirnar

· okkara fólkatingsumboð fer at velja samstarv á Fólkatingi, soleiðis sum t.d. bleiv gjørt við yvirtøkuni av undirgrundini og í semjuni um bankaavtaluna

· okkara fólkatingsumboð fer at virka fyri, at Føroyar fáa altjóða viðurkenning, so Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í ST, WTO, IOC og øðrum altjóða felagsskapum

· okkara fólkatingsumboð vil virka fyri, um politiskur meiriluti á Løgtingi vil, at farið verður undir samráðingar, har Føroyar gerast ein javnt settur partur við Danmark, og um neyðugt í ríkjafelagsskapi gera avtalur um mál, sum undir verandi kørmum ikki kunnu yvirtakast av føroyskum myndugleikum

· okkara fólkatingsumboð fer í hernaðarmálinum altíð at staðfesta, at Føroyar eru partar av vesturlendsku verjusamgonguni NATO, og fer okkara umboð at virka fyri, at vilji føroyinga verður tikin við, tá hernaðarmál, sum viðvíkja Føroyum, eru á skrá

· okkara fólkatingsumboð fer at virka fyri, at Føroyar kunnu yvirtaka lóggávuvald og umsiting av okkara loftrúmi

· okkara fólkatingsumboð vil siga nei til ES-limaskap, men ja til fríhandil við ES

· okkara fólkatingsumboð fer at virka fyri, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur

· okkara fólkatingsumboð fer í samstarvi við føroyskar og danskar myndugleikar at virka fyri, at føroyingar, sum sita í donskum fongslum, í mestan mun kunnu sita revsingina í Føroyum

· okkara fólkatingsumboð fer í samstarvi við føroyskar myndugleikar at virka fyri, at markamótið millum føroyska og danska sjúkahúsverkið verður greiðari og at umstøðurnar hjá teimum sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar gerast betri

Samanumtikið fer Fólkaflokkurin at vera besta og mest virðiliga umboðið, sum Føroya Fólk setir á Fólkating.

Fólkatingsvalevni
Árni Skaale
Beinir Johannesen
Christian Andreasen
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir
Jacob Vestergaard
Jógvan á Lakjuni
Jørgen Niclasen
Sólvit Emilsson Nolsø
Uni Rasmussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo