

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Navnalógin og formlig boð til fólkakirkjuna
Spurningar:
1. Metir løgmaður tað verða virðiligt, at landsstýrismaðurin í mentamálum drálar við at geva fólkakirkjuni formlig boð um, at prestar skulu kunna skráseta børn hjá sammøðrum, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir?
2. Ætlar løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, at fara inn í málið, soleiðis at børn hjá sammøðrum kunnu skrásetast, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum staðfestir?
Viðmerkingar:
15. august 2022 svaraði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum undirritaðu, at tað var ikki neyðugt at broyta navnalógina, fyri at sammøður skuldu kunna geva eftirnavn til barn sítt.
Í svarinum varð gjørt greitt, at tað er Umhvørvis- og vinnumálaráðið, ið hevur tulkingarrættin. (52-002/2022) 7. september 2022 svaraði løgmaður undirritaðu, at hann tók sum givið, at landsstýrismaðurin í mentamálum fylgdi tulkingini hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. (52-022/2022)
Nú er meira enn ein mánaður liðin, síðan tað gjørdist greitt, hvussu lógin skal tulkast,
og enn hevur fólkakirkjan ikki fingið formlig boð frá landsstýrismanninum í mentamálum um, at prestar kunnu skráseta børn hjá sammøðrum, soleiðis sum tulkingin hjá Umhvørvis- og vinnumálráðnum staðfestir.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fylgja upp uppá svarið, ið løgmaður gav undirritaðu 7. september 2022.
Á Løgtingi, 22. september 2022
Hervør Pálsdóttir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo