Hagstovan: Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. Av bygdunum í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið lutfalsliga nógv á Argjum við 191 fólkum ella 7,5 prosentum. Hinvegin minkaði fólkatalið lutfalsliga nógv á Hvítanesi við 16 fólkum. Tað er næstan 15 prosent.
Næststørsti fólkavøkstur var í Runavíkar Kommunu, har fólkatalið vaks við 160 fólkum, svarandi til 3,6 prosent. Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Klaksvíkar, Sjóvar og Sunda kommuna.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyra kommunu við 29 fólkum ella 1,7 prosentum. Av bygdunum í Tvøroyra kommunu sæst ein lutfalsliga stór minking í Ørðavíkslíð við 10 fólkum ella 18,2 prosentum og í Trongisvági við 14 fólkum, sum er 2,7 prosent.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2025 og 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



