

Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya er Hvannasunds kommuna millum tær 18 kommunurnar í landinum, har fólkatalið vaks frá desember 2021 til desember 2022.
Talan er um ein vøkstur á 1,2% yvir 1 ár.
Í Hvannasundi fegnast tey um hendan vøksturin og vísa á, at sambært nýggjastu tølunum er fólkatalið í kommununi fyrst í januar enn hægri - 428 íbúgvar í mun til 421 í desember 2022.
- Barnaansingin í kommununi er frí, og kommunan hevur barnahús við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla, dagførdum skúla og nøkur tøk grundstykkir. Harafturat verður í næstum farið undir útstykkingina undir Gerðhamri, skrivar Hvannasunds kommuna á heimasíðu sínari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo