Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri sjúklingin er umráðandi, at sjúkrajournalir tosa saman, og dømi um upp í fýra ymisk CPR-nummur eiga ikki at koma fyri.

Tað, at sjúkrajournalir í Føroyum og Danmark ikki tosa saman, ber í sær, at kanningar, sum eru gjørdar í Føroyum, ofta mugu gerast umaftur, tá ið sjúklingur verður sendur til Danmarkar. Tað má kunna gerast betur.

Verða vit send av landinum, fáa vit eitt danskt CPR-nummar, sum danska journalin er knýtt at. Dømi eru um, at sjúklingar hava meira enn eitt CPR-nummar, ja, heilt upp í fýra.

Tað merkir, at læknin fær ikki sæð sjúkugongdini hjá viðkomandi, tí har eru fýra sjúkrajournalir, og læknin sær bara eina.

Løgtingið hevur samtykt at gera nýggja telduskipan til sjúkrahúsverkið, og hon má kunna tosa við donsku skipanina.

Skil má eisini fáast í CPR-tølini. Her kann ein fólkatingsmaður gera mun. Tað vil Fólkaflokkurin.

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo