Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Oftani verði eg spurdur, hví eg eri sosialliberalur. Tað er ein góður spurningur, men ikki minni týdningarmikil spurningur, og tað er ofta, at hetta verður misskilt.

Sosiala kósin
At vera tilvitaður um føroysk sosialmál, er eins týdningarmikið, sum at vera liberalt tilvitaður.

Tað merkir, at landið og tann almenni geirin skal syrgja fyri, at tað skal vera gott at blíva gamal í Føroyum. Tað merkir harafturat, at tann ið er likamliga ella sálarliga avmarkaður, skal ikki verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum, av teirri orsøk, at viðkomandi hevur nakrar avbjóðingar likamliga ella sálarliga.

Øll ábyrgd og byrða fellir á tann einstaklingin, um einstaklingurin sjálvur skal finna sær vegin fram til góðar trygd, hjálp og veiting. Tað kann ikki vera rætt.

Liberala kósin
At vera liberalur, merkir ikki, at alt er loyvt og onki eftirlit skal vera við nøkrum.

Tað merkir, at einstaklingurin skal hava andaligt og fíggjarligt frælsi. Ábyrgdarkenslan hjá tí einstaka er týdningarmikil, tí hon á sunnan og virðismiklan hátt, kemur samfelagnum til góðar, um einstaklingurin fær sjálvur loyvi at vísa, hvat hann dugir til.

Øll ábyrgd og allur arbeiðshugur verður tikin frá einstaklinginum, um tað almenna skal taka sær av øllum. Tað kann ikki vera rætt.

Hvat ynski eg so?
Viðvíkjandi sosialmálum, ynski eg at gera Føroyar nógv betri til at lofta teimum veiku. Teimum gomlu og teimum doyggjandi. Teimum ungu og teimum strongdu. Vit hava so nógv økir at taka okkum betri av.

Vit í Sambandsflokkinum ynskja, at tey gomlu og tey, ið bera brek, skulu hava frían avgerðarrætt til at verða búgvandi heima so leingi, sum tey sjálv ynskja tað. Harafturat skylda vit Føroya fólki eina lóggávu móti mismuni á sama øki. Eins og MEGD áður hevur víst á, so eru fólk, ið bera brek, einans vard av løgtingslóg nr. 63 frá 26. mai 2011 - tað kann ikki vera rætt.

Viðvíkjandi liberalu kósini, ynski eg, sum sosialliberalur, at privati ognarrætturin skal verjast. Ítøkiliga merkir hetta til dømis, at bóndir, ella teir, ið eiga festi, eiga rætt yvir tí, ið teimum er unt at eiga.

Viðvíkjandi gongd í haga, so skal føroyingurin sjálvandi kunna sleppa tað, eftir avtalu við rætta eigaran - her má og skal verandi lóggáva dagførast.

Í Danmark hoyrdist uppundir valið, at formaðurin fyri flokkin Frie Grønne, Sikandar Siddique, ynskti eina uppgerð við privata ognarrættin. Hann ynskti, at privati ognarrætturin skuldi avmarkast og størsti parturin latast inn aftur til landið og tað almenna. Hendan tankagongd er púra absurd.

Eg vil til eina og hvørja tíð verja privata ognarrættin.

Hetta eru mál, ið eg veruliga ynski at arbeiða hart fyri, verði eg valdur á Løgting.

Vit skulu veruliga í arbeiðshandskarnar og beina burtur almennar forðingar!

Vel meg, Áron V á lista B - tí tað verður heilt sikkurt gott fyri teg!

Áron Vest
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo