40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eg eri so púra samd við Jógvan Páll Lassen. Tað sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini, Mai Laksáfoss Simonsen, eftir at Jógvan Páll Lassen sakførari, í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun ongan iva lat vera um, at hann helt lítið um evnini ella viljan hjá nevndini at kunna um sínar avgerðir.

- Tey hava nógv at læra, segði Jógvan Páll Lassen millum annað um nevndina, og minti samstundis á, at avgerðirnar hjá Javnstøðunevndini eisini hava stóran týdning og áhuga fyri onnur enn tann ella tey sum ítøkiliga málið snýr seg um.

Mai Laksáfoss Simonsen, sum varð vald forkvinna í Javnstøðunevndini tá hetta valskeiðið byrjaði, heldur, at hetta er partur av einum størri trupulleika ella avbjóðing sum fevnir um aðrar myndugleikar enn bara tann sum hon varðar av. 

- Vit hava tosað nógv um hetta innanhýsis, eisini við Føroya Kærustovn, og mín støða er púra greið, at vit eiga at gera meira burturúr enn vit gera í dag, sigur Mai Laksáfoss Simonsen við VP.

Á ráðstevnu í Íslandi í mai, har javnstøðunevndirnar í hinum norðurlondunum eisini vóru, kom fram, at tann føroyska Javnstøðunevndin kunnar nógv minni um sítt virksemi enn hinar nevndirnar.

- Tær gera allar meira burturúr enn vit, og tær siga eisini hvør fyritøka tað er sum hevur forbrotið seg. Bara navnið á kæraranum verður dult, sigur forkvinnan í føroysku javnstøðunevndini.

Mai Laksáfoss Simonsen vísir á, at tað eisini snýr seg um at byggja upp ein førleika. Og í tí sambandi setti nevndin í vár ein samskipara í starv.

- Men tað er ikki siðvenja í Føroyum at miðla avgerðir hjá kærunevndum á sama hátt sum tey gera í grannalondunum. Eg haldi tað er skeivt, og eg vil fegin viðvirka til at broyta tað. Tað skal sjálvandi gerast við atliti til okkara serligu viðurskifti her í Føroyum. Men prinsipielt eri eg samd við atfinningunum, sum verða førdar fram ímóti okkum. Og hetta fara vit at taka upp í nevndini.

Les eisini: Sakførari hartar Javnstøðunevndina: Duga ov illa at miðla sínar avgerðir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo