Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Góði landsfundur, góðu javnaðarfólk!

Einki er ordiliga burtur, so leingi sum tú minnist tað. Pápi mín mintist væl. Hann kundi nevna dagin. Hendingina. Fólkini. Detaljurnar. Og tá eg sjálvur ikki mintist, so ringdi eg til hann. Og hann mintist. Honum dámdi væl at fortelja. At geva vitanina víðari. At minnast er dýrabært.

At flyta vitan frá eldri ættarliðum til yngri ættarlið er ein tann týdningarmesta uppgávan, vit hava. Frá vøggu til grøv. Tí tá møguleikin at spyrja eldri ættarlið knappliga verður burtur, so hvørvur ein rúgva av vitan sum døgg fyri sól. Sum flokkur skulu vit altíð hava loysnir til framtíðina. Men fortreytin fyri røttu loysnunum er, at vit minnast fortíðina. At vit minnast okkara upphav.

At vit minnast mistøkini, sum eisini vit hava gjørt. Tí bara við at minnast hvaðani tú kemur, kanst tú vita, hvagar tú skalt. Tí bara við at minnast mistøkini, kanst tú læra av teimum. Vit liva í eini tíð, har vit renna skjótari enn nakrantíð. Tíðin røkkir ikki til at vera afturlítandi. At minnast. At læra av mistøkum.

Vit skulu frameftir, skjótt og effektivt. Tá støðan er soleiðis flúgva tímarnir avstað í gerandisdegnum. Og vit hava bara orku til okkum sjálvi. Eg skilji tað væl. Tíðin er knøpp. Vit renna og renna, men kenna okkum ongantíð at koma á mál. Og trýstið á okkum er stórt.

Men vit kunnu trýsta á bremsurnar. Føroysku familjurnar hava brúk fyri, at arbeiðsvikan verður stytt. Og tað vil Javnaðarflokkurin. Vit skulu hava møguleika at fara fyrr heim frá arbeiði í gerandisdegnum. At fara eftir børnum á stovni, at vitja gomlu foreldrini á sambýlinum.

Vit mugu gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív. Tí vit eiga bara dagin í dag. Børnini hjá okkum eru bara børn eina ferð. Okkara eldru liva ikki í allar ævir. Vit mugu hava tíð til nærveru. Eg verði stúrin, tá eg hoyri fólk antin óbeinleiðis ella beinleiðis siga, at ein bara skal hugsa um seg sjálva ella sjálvan. Satsa uppá seg sjálva ella sjálvan. At hevja seg sjálvan ella sjálva uttan at geva sær far um onnur. Tað er at prædika fyri egoismu. Fyri einum egoistiskum samfelagi. Einum samfelagi, har hvør einstakur er sín egni næsti. Tá fáa vit eitt kalt samfelag, har vit liva í einsemi.

Vit hava tørv á hvørjum øðrum. Vit mugu kenna, at tað er tørvur á okkum. Og at vit hava tørv á øðrum. At vit hava eina uppgávu í samfelagnum, sum vit eru felags um. Tað er felagsskapurin, sum bindur okkum saman.

Góðu floksfelagar, Í einum vælferðarsamfelagi hevur tað týdning at hava eitt fjølbroytt vinnulív við nógvum ymiskum vinnufyritøkum. Eitt samfelag, har vinnufyritøkurnar ikki savnast á fáum hondum. Tí er neyðugt at skapa góðar karmar til íverksetarar og smærri fyritøkur. Javnaðarflokkurin vil tí millum annað, at smærri fyritøkur skulu rinda minni í partafelagsskatti enn størri fyritøkur. Men vinna og og vælferð ganga hond í hond. Uttan vinnu, eingin vælferð. Og uttan vælferð, eingin vinna.

Í Bangladesh eru 75% av fólkunum sjálvstøðug vinnurekandi. Í okkara parti av heiminum er talið nógv lægri. Í summum førum undir 10%. Hóast fólkini í Bangladesh ikki mangla ágrýtni, dirvi og íverksetara-anda, so er tað eitt av heimsins fátækastu londum. So burdu vit spurt okkum sjálvi: Hví er tað so?

Jú, tað er sanniliga einfalt. Í Bangladesh er altíð okkurt, sum kann ganga galið. Tað er eingin trygd fyri, at sjálvstøðug vinnurekandi kunnu vera virkisfús alt samdøgrið. Streymurin er svikaligur. Infrakervið er ikki væl útbygt. Eingin er at taka sær av børnunum, meðan arbeiðið kallar. Har er einki heilsuverk, sum vit kenna tað. Vanligt er at brúka mutur. Almennu karmarnir eru veikir, og álitið á skipanina er veikt. Hvør má sæta sær. Tann sterki felagsskapurin manglar.

Lítið kemur inn í stóra pott at býta út til felagsskapin. Og tað sigur seg sjálvt, at tá verður trupult at reka vinnu. Uttan vælferðarsamfelagið fær vinnan verri treytir. Tær bestu fyritøkurnar kunnu bara virka optimalt við vælferðarsamfelagnum í rygginum. Við einum trygdarneti, sum tekur sær av okkara kæru. Og við einum áliti á, at alt skal nokk ganga, um nú tað ringasta skuldi hent. Tí skulu vit ongantíð taka vælferðarsamfelagið fyri givið.

Tað er sjálvur hornasteinurin í skipanini, sum hevur givið okkum alt, vit hava í dag. Og tað er ikki bara hjá okkum, at vælferðarsamfelagið hevur skapt nógvar góðar lívslagnur. Nei, vit síggja tað í øllum Norðurlondum. Tað er Javnaðarflokkurin, sum stendur fyri at hjúkla um hetta slagið av samfelagi. Har alment og privat ganga hond í hond, og eru fortreytir hvør hjá øðrum. Ja, eg havi næstan hug at siga, at hevur vælferðarsamfelagið tað gott, hevur vinnan tað gott.

Góði landsfundur, Eg fari nú at sitera Margaret Thatcher. Men tit skulu ikki stúra, tí tit eru ikki komin á landsfund hjá Fólkaflokkinum. Thatcher segði nakað soleiðis: Trupulleikin við vinstravendum politikki er, at einaferð verða pengarnir hjá øðrum uppi. Eg eri ósamdur við Thatcher, men tað, hon kallar fyri pengarnar hjá øðrum, er tað, sum vit øll rinda í skatti. Tað eru pengarnir hjá okkum øllum. Hjá felagsskapinum.

Og tað eru pengarnir, sum vit hava bygt vegir og tunlar fyri. Tað, sum vit hava bygt fólkaskúlar og barnagarðar fyri. Útbúgvingarnar eru til, tí hesir pengarnir hava fíggjað tær. Við hesum pengunum hava vit goldið fyri sjúkrahúsini. Fyri fólkapensjónina. Fyri røktarheimini. Hesir pengarnir hava givið okkum nógvar møguleikar. Uttan teir høvdu vit eitt fámannaveldi. Eitt samfelag fyri tey fáu uttan samhaldsfesti og savningarmegi. Ja, við hesum pengunum eru Føroyar bygdar til eitt trygt og rættvíst land við nógvum møguleikum. Og við hesum pengum fær vinnulívið eitt gott grundarlag at virka á.

Orðini hjá Thatcher verða vanliga brúkt ímóti vinstravendum stjórnum. Men í Føroyum hava vit eina høgravenda stjórn, sum veruliga brúkar pengar hjá øðrum. Hon brúkar pengar, sum hon als ikki hevur. Eina høgra stjórn, sum er fíggjarliga ábyrgdarleys. Sum fyrst tekur pengar frá felagsskapinum – og síðan, tá teir mangla her og nú, tekur pengar frá framtíðar skattgjaldarum.

At hava undirskot í landshúsarhaldinum kann vera neyðugt. Til dømis tá arbeiðsloysi rakar. Ella tá inntøkurnar frá okkara útflutningi minkar. Men at hava stór undirskot, tá nærum onki arbeiðsloysi er, og inntøkurnar eru methøgar – tað er sjálv definitiónin uppá fíggjarligt ábyrgdarloysi.

Góði landsfundur, Fyri Javnaðarflokkin hevur tað stóran týdning, at tað er samhaldsfesti millum ættarliðini. Ommur og abbar okkara lótu foreldrum okkara eitt samfelag, sum var betri enn samfelagið, tey fingu frá sínum forfedrum. Foreldur okkara lótu okkum eitt samfelag, sum var betri enn samfelagið, tey fingu frá sínum forfedrum. Og tað er okkara skylda at lata okkara børnum eitt samfelag, sum er betri enn samfelagið, vit fingu frá okkara forfedrum.

Eg minnist væl kreppuna í hálvfemsunum. At stórur partur av okkum, sum vóru ung tá, vóru arbeiðsleys. At fleiri av foreldrunum hjá mínum vinfólkum vóru arbeiðsleys. At familjur, eg kendi, mistu sítt heim. At familja, vinfólk og grannar rýmdu av landinum av neyð. Vit skylda okkum sjálvum og komandi ættarliðum, at vit gera okkara, so hetta ikki endurtekur seg. Men tað sær út til, at Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava gloymt kreppuna í hálvfemsunum. At tey hava gloymt komandi ættarlið. Tað er milt sagt einki skil í fíggjarstýringini. Undirskot í landskassanum í allarbestu tíðum. Tað er stór skomm.

Samgongan hevur valt at taka minni inn í felagskassan hjá okkum øllum. Vit vita øll, at tekur tú minni inn, so mást tú eisini brúka minni. Tað hevur samgongan bara ikki gjørt. Tvørturímóti. Útreiðslurnar vaksa við methøgari ferð. Bara higartil í hesum valskeiðnum er raksturin av landinum vaksin við meira enn einari heilari milliard árliga. Einari milliard hvørt ár. Og ongar ætlanir eru um at taka meira inn frá teimum, sum hava nokk.

Soleiðis hava Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skapt undirskotið. Og tá tú í bestu tíðum brúkar meira pengar, enn tú tekur inn, so sendir tú rokningina víðari til komandi ættarlið at rinda. Tíðin er komin til, at vit í Føroyum aftur fáa eina ábyrgdarfulla leiðslu. Eina leiðslu, sum megnar at stýra útreiðslunum og hevur dirvi til at taka gjald fyri nýtsluna av felags ogn føroyinga. Eina leiðslu, ið hevur sum mál, at ríkidømið kemur øllum føroyingum til góðar í staðin fyri, at tað savnast á heilt fáum hondum. Eina leiðslu, sum minnist mistøkini, vit hava gjørt í farnari tíð, soleiðis at vit ikki endurtaka tey.

Góðu tit øll, Tað er gott at vera á landsfundi í Suðuroy aftur. Tað er einki roks við suðuroyingum. Tað, sum tú sært, er tað, sum tú fært. Og gjøgnum ár og dag hava vit sæð og hoyrt nógvar suðuroyingar seta orð á politisku støðuna. Hetta er ein politisk oyggj. Og tað hevði ikki verið lukkuligt, um vit hildu landsfundin sum ætlað fyri eini viku síðan, tá TB fylti 130 ár. Eg eri fegin um, at tað bar til at flyta landsfundin eina viku, so vit ikki órógvaðu føðingardagin hjá TB. Og eg fari at nýta høvið at siga til lukku við 130 ára degnum, TB.

Tað er ein sannroynd, at suðuroyingar ganga høgt upp í politikk. Seinasta dømið var samferðslupakkin hjá sitandi samgongu. Mær dámar ikki at síggja sundurlyndið, sum hesin pakkin hevur skapt millum føroyingar. Vit føroyingar hava góðar eginleikar at berjast fyri okkara rættindum, men tíverri er kampurin ofta ímóti øðrum føroyingum. Ímóti okkara medmenniskjum, sum standa hinumegin hegnið, tí tey - kanska av tilvild - búgva eina aðrastaðni í Føroyum. Men vit mugu minnast til eitt. Vit skulu øll vera her, óansæð hvar í landinum vit búgva. Vit koma ikki langt sum land við at berjast so nógv hvør móti øðrum.

Tá tað er sagt, so mugu vit tryggja, at samhaldsfesti og rættvísi altíð er grundarlagið, tá vit taka politiskar avgerðir. Eisini tá talan er um samferðslukervið. Skaldið Heðin Brú segði einaferð, at vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum ávum. Men nú samferðslukervið er so væl útbygt aðrastaðni í Føroyum, havi eg heldur hug at siga, at suðuroyingar búgva ikki í Suðuroy av praktiskum ávum. Tað hevur týdning, at vit gera nakað við tað. Sum Javnaðarflokkur vilja vit ganga á odda fyri at javnseta suðuroyingar og Suðuroynna við restina av føroyingum. Eisini, tá tað kemur til samferðslukervið.

Góðu javnaðarfólk Hvussu ber tað til, at egyptar bygdu pyramidurnar, men vit ikki duga í dag? Hvussu ber tað til, at vit vóru á mánanum í 1969, men vit ikki hava verið har tey seinastu 50 árini? Tað kann hugsast, at vitanin ikki er flutt millum ættarlið. Tað kann hugsast, at vit hava verið so upptikin av okkum sjálvum, at komandi ættarliðið varð gloymt. Veðurlagskreppan er ein av størstu avbjóðingunum hjá núverandi og komandi ættarliðum. Her mugu vit heldur ikki svíkja okkara børn og halda, at avbjóðingin loysir seg sjálva. Skógareldarnir úti í heimi. Regn í mongdum, sum vit ongantíð hava sæð áður.

Hitastigini, sum bara vaksa, høvini sum bara súrgað. Vit merkja broytingarnar fyri hvørt ár, sum fer, men vit gera ov lítið við tað. Tað er eitt høvuðsmál hjá Javnaðarflokkinum er at hava virðing fyri náttúruni og umhvørvinum. Men tað er ov lítið bara at hava virðing. Vit mugu eisini broyta okkara atferð. Hvør einstakur og í felag. Vit halda ikki, at ein veðurlagspolitikkur er nóg mikið. Tað er neyðugt við eini bindandi veðurlagslóg, sum bindur okkum at fremja verulig átøk. Vit hava ikki brúk fyri ynskilistum. Tíðin er farin frá føgrum orðum um eina grøna framtíð – nú skulu vit skapa karmarnar og fremja broytingarnar í verki. Tí veðurlagsbroytingarnar eru her, tær eru mannaskaptar og fara at ávirka allar partar av heiminum.

Góðu vinir, "Tað er ikki altíð lætt at gera tað rætta. Men tað er heldur ikki altíð rætt at gera tað lætta." Soleiðis segði Theodor prestur herfyri. Hann sipaði til øll ivamálini, sum bæði vit, men eisini okkara grannalond, hava havt um kríggið í Ukraina. Eg eri errin av at standa á odda fyri einum flokki, sum frá fyrsta degi hevur tónað reint flagg. Vit stuðla Ukraina. Og vit hava stuðlað landsstýrinum við at geva heimildina til at seta øll tey neyðugu revsitiltøkini ímóti Russlandi í verk.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, at landið stendur saman. Landsstýrið og løgting. Vinnulív og borgarar. Tú og eg. Men tíverri hava ivamálini skapt eina gjógv í politisku skipanini. Tann lætta loysnin er vald. Loysnin, sum í lítlan mun revsar Putin, tí okkara peningaligu áhugamál í Russlandi ikki mugu skaðast. Tað er ikki tann rætta loysnin. Og meðan myndirnar úr Mariupol hvørva úr tíðindastreyminum, so er tað tíverri natúrligt, at vit fara víðari og flyta okkum burtur frá tí, tað snýr seg um. Nú hevur kjakið flutt seg til at snúgva seg um okkum, og hvussu vit koma best burtur úr krígnum. Nú snýr tað seg um føroyska fiskivinnu. Ikki um Ukraina.

Um føroyskan útflutning. Ikki um Ukraina. Um føroyskan búskap og ikki kríggið í Ukraina. Um okkum, ikki um tey. Jú størri tilknýti tú hevur til eitt land, jú størri ávirkan hevur tú. Hetta eigur eisini at vera galdandi í revsitiltøkunum, vit seta í verk ímóti Russlandi. Í nógvum førum hava Føroyar einki at siga, men í hesum førinum hava Føroyar nógv at siga. Tí skulu vit nýta høvið at tóna reint flagg, vísa okkara megi og gera tað rætta, hóast tað ikki altíð er lætt.

Góðu tit øll, Minst til tey, tú møtir á veg upp, tí tú møtir teimum eisini á veg niður aftur. Hesi vóru ráðini, eg fekk sendandi á Facebook nakrar dagar eftir eg bleiv løgmaður. Tey sótu væl. Og eg tók tey til mín. Tí tað hevur týdning at minnast fólkini, sum bera teg og lofta tær, tá á stendur. Uttan hjálp, góð ráð og stuðul megna vit lítið. Eg kann ímynda mær, at fleiri av okkum hava trýst ov nógv á spitaran og koyrt avstað frá teimum, sum hjálptu okkum at koma so frægt sum yvirhøvur at eiga ein bil.

Vit mugu ansa eftir, at hjólini ikki mala ov skjótt. Tað eru fleiri enn eg inni her, sum minnast kreppuna í hálvfemsunum. Hóast vit ikki duga at ímynda okkum tað, so kann tað henda aftur. Um vit gloyma. Men vit kundu heldur ikki ímynda okkum korona. Ella eitt kríggj í Evropa. Nógv kunnu vit googla okkum fram til, men vit mugu eisini kenna okkara avmarkingar. Tað hevur eisini týdning at minnast til upprunan. Ikki bara hjá einum sjálvum, men eisini hjá flokkinum, vit umboða. Javnaðarflokkurin er ein arbeiðaraflokkur.

Javnaðarflokkurin hugsar um gerandisdagin hjá føroyinginum. Vit arbeiða fyrst og fremst fyri korunum hjá vanliga løntakaranum. Tað er tí, at vit eru til. Tað er okkara tilverugrundarlag.

Góðu floksfelagar Samstundis sum stóru fyritøkurnar forvinna meira og meira, so verður tað dýrari og dýrari hjá føroyingum at liva. Tá prísurin á gerandisvørum hækkar, so er tað tí, at fyritøkan skal hava tað sama sum áður. Men kundin skal gjalda meira. Tann gongdin er ikki haldfør. Hevur kundin ikki pengar um hendi, so steðgar hann við at keypa, og fyritøkan fær ikki tað sama sum áður. Og landskassin fær heldur ikki somu avgjaldsinntøkur sum áður. Tá er lítið vunnið hjá føroyska samfelagnum.

Øll eiga at hava nóg mikið til at mata sær. Vit mugu tryggja, at serliga tey lægstløntu í samfelagnum fáa endarnar at røkka saman. Hetta er ikki ein trupulleiki, sum hvørvur av sær sjálvum. Tá landskassin hevur undirskot, samstundis sum tey lægstløntu hava tað trupult, so er neyðugt, at stóru tilfeingisfyritøkurnar í uppisjóvar- og alivinnuni rinda størri part av tilfeingisrentuni í felagskassan hjá okkum øllum. Taka vit størri part av tilfeingisrentuni inn, so kunnu vit lækka skattin hjá teimum við lægstu lønunum. Í dag sleppa útlendsk ferðafólk undan at gjalda mvg av flestu tænastunum, tey keypa, tá tey vitja í Føroyum. Eitt nú av leigubilum, hotellgisting, ferðaleiðarum og kamping. Vit halda, at um undantøk skulu vera í mvg-lógini, so eiga tey ikki at vera til frama fyri útlendsk ferðafólk, men heldur lætta um hjá føroysku húsarhaldunum.

Serliga í hesum tíðum, tá prísvøksturin er stórur. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við at lækka ella avtaka mvg á gerandisvørum, so sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti, samstundis sum vit endurskoða undantøkini, sum fyrst og fremst gagna útlendskum ferðafólkum.

Tá vit skulu finna javnvágina millum inntøkur og útreiðslur, kunnu vit ikki bara hyggja eftir inntøkunum. Útreiðslusíðan skal eisini støðugt eftirmetast. Vit skulu aldrin taka pengar hvørki fráa fyritøkum ella privatfólki, sum vit ikki nýta á ábyrgdarfullan hátt. Sitandi samgonga hevur undirskot í bestu tíðum. Hjá undanfarnu samgongu var tað øvut. Vit høvdu stór yvirskot. Endamálið við stóra yvirskotinum var nevniliga at gera landskassan so mikið sterkan, at hann var førur fyri at halda hondina undir búskapinum og teimum veikastu borgarunum, tá vit møttu mótgongd. Og beint nú verða familjurnar raktar av mótgongd. Væntað verður, at tað verður 19.000 krónur dýrari hjá einari familju at liva í 2022, enn tað var í 2021. Hetta er orsakað av høgari inflatión og harvið hækkandi prísum. Javnaðarflokkurin heitir tí á landsstýrið um at gera eina tíðaravmarkaða skipan, har tey við lægstu inntøkunum kunnu fáa peningastuðul, so tey klára seg til dagin og vegin.

Flestu húsarhaldini eru framvegis bundin at dýru og dálkandi oljuni. Tað besta fyri bæði umhvørvið og húsarhaldini er, at vit skjótast gjørligt leggja um til bíligar og reinar varandi orkuskipanir.

Uppgávan hjá okkum er at fáa øll við. Eisini tey við lægri inntøkum. Tí er neyðugt at vit gera skipanir, sum eggja teimum við lágum inntøkum at leggja um til varandi orkuskipanir. Samstundis er neyðugt, at vit fáa peningastovnarnar at spæla við, so eisini tey, sum ikki hava so stórar inntøkur, kunnu fáa lán til at leggja um. Hetta kann til dømis gerast við, at íløgan í eina grøna orkuskipan verður løgd oman á sethúsalánið, samstundis sum afturgjaldstíðin verður longd nakað.

Á tann hátt verða bæði umhvørvið og húsarhaldini vinnarar. Umhvørvið verður minni dálkað, og føstu útreiðslurnar hjá húsarhaldinum minka munandi, um tey sleppa undan dýru oljuni.

Góðu javnaðarfólk Tað er fyrr komið fram, at miðallønin hjá einum heilsuhjálpara er 15.600 krónur um mánaðin. Ein orsøk er, at heilsuhjálparar arbeiða niðursetta tíð og í summum førum uttan at vilja tað. Tí hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fram um tryggja rættin til at arbeiða fulla tíð hjá teimum, sum vilja tað. Ikki bara fyri heilsuhjálparar, men eisini fyri námsfrøðingar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur týdningarmikil størv á vælferðarøkinum. Men tað er ikki nokk. Tí lønin má eisini fylgja við.

Nógv fak, har serliga kvinnur starvast, hava í áratíggju verið undirlønt. Søguliga grundgevingin er, at menn vóru uppihaldarar, og tað vóru kvinnur ikki. Tí fingu menn pengar, meðan kvinnur fingu lummapengar.

Tað vilja vit ikki finna okkum í.

Tað skulu vit ikki finna okkum í.

Vit vilja tí hækka lønirnar hjá teimum, sum alt ov leingi hava verið fyri einum lønarmismuni. Tað er ikki ókeypis – men tað er heldur ikki so dýrt, sum okkara mótstøðufólk gera tað til. Tí tær eyka krónur, sum tey fáa, ið ikki tjena nógv, fara hvørki til uttanlandsferðir ella partabrøv. Tær fara út í nýtslu. Í umfar í samfelagnum. Tær skapa umsetning - og umsetningur gevur inntøkur til landskassan.

Góðu tit øll, Tað skal ikki loysa seg betur at eiga ein bústað enn at arbeiða. Bústaðurin er í fleiri førum farin frá at vera eitt persónligt og fjálgt heim til at vera ein spekulatiónsvøra, sum skal geva avkast. Soleiðis verður fjøldin býtt upp í A og B borgarar. Tey, sum keypa sær eitt triðja ella fjórða hús, tí tey ikki vita, hvat annað stóru rúgvurnar av pengum skulu brúkast til. Og so tey, sum ynskja sær eitt stað at kalla heima, men hava ikki ráð til tað. Tað er ikki eitt samfelag, vit ynskja okkum. Hetta er ein av álvarsligastu hóttanunum ímóti samanhangsmegini í vælferðarsamfelagnum, har øll koma hvørjum øðrum við.

Har hálønt og láglønt búgva síð um síð. Har akademikarin býr við síðuna av lesandi ungdómi. Har stjórin býr við síðuna av arbeiðaranum. Har vit síggja og læra ymiskar síður at kenna av samfelagnum, vit øll eru felags um. Alternativið er ræðandi. At vit skapa stórar gjáir millum hálønt, miðallønt og láglønt. At vit skapa heilar býir, har inntøkan er avgerandi fyri, hvørjum tú møtir. Tað er ikki sunt fyri nakran. Hetta er ikki tað, vit í Javnaðarflokkinum ynskja okkum. Tí tað er, tá vit møta teimum, sum ikki eru sum vit, at vit øll mennast sum menniskju.

At vit tryggja samanhangsmegina í samfelagnum. At vit skilja hvønn annan betur. Skulu vit koma úr hesi støðuni, mugu vit fáa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Fyrsta stig er bíligar almannagagnligar leiguíbúðir. Og tí hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fram um at seta á stovn almannagagnlig bústaðafeløg. Hesi feløgini skulu ikki hava avkast. Tí kunnu tey tryggja eina bíliga húsaleigu. Ein bílig húsaleiga ger ikki bara tað, at fleiri hava møguleika at leiga. Tað ger eisini, at fólkini, sum leiga, kunnu spara upp til einaferð at eiga síni egnu hús. Sítt egna heim.

Eg kann vissa tykkum um, at vit í Javnaðarflokkinum áhaldandi fara at arbeiða fyri at tryggja ein bíligan og fjølbroyttan bústaðarmarknað. Og vit eru ikki komin á mál, fyrr enn láglønt, miðallønt og hálønt hava møguleika at búgva síð um síð, óansæð hvar í landinum, tey vilja búgva.

Góðu áhoyrarar, Martin Luther King segði, at hann hevði ein dreym. Nelson Mandela segði, at hann hevði eitt ideal, sum var vert at doyggja fyri. Tað er ilt at síggja, hvat hendan samgongan brennur fyri. Bara seinastu mánaðirnar hava meiningarnar flogið í eyst og vest. Tað er tilvildin, sum ræður. Og tá er trupult at hava álit. Samgongulimir siga eitt, men atkvøða fyri onkrum øðrum. Hilton skuldi seljast, men so skuldi tað ikki. Alivinnan skuldi gjalda meira, men so skuldi hon ikki. Bummgjaldið í Vágum og Norðoyggjum skuldi burtur, men so ikki allíkavæl.

Vit skuldu seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi, men tó ikki ordiliga. Gongd í haga skuldi loysast, men enn stendur portrið í Saksun sum ímyndin av manglandi virkissføri. Hetta eru bara nøkur fá av mongum dømum. Tað er óvirðiligt. Samstundis er landskassin tømdur í allarbestu tíðum við ongum arbeiðsloysi. Einki yvirskot er til ringu tíðirnar, sum hómast í havsbrúnni. Milliardavirði í uppisjóvarvinnuni eru avhendað til nakrar fáar fyritøkur. Virksemið hjá Bústøðum er endavent, hóast tað riggaði. Fyri Javnaðarflokkin er støðan greið. Okkara fremsta mál er, at fólkið hevur álit á okkum.

At landsins leiðsla er álitisvekjandi. At allar avgerðir eru væl grundaðar. At skil er í. Vit arbeiða fyri at gera dagliga stríðið í gerandisdegnum lættari hjá fólki. Tað gera vit millum annað við at stytta arbeiðsvikuna. Við at geva starvsbólkum á heilsu- og umsorganarøkinum eitt lønarlyft.

Við at smærri fyritøkur rinda minni enn stórar fyritøkur í partafelagsskatti. Og tað er eingin ivi um, at hetta krevur, at betri javnvág má vera millum tey, sum eiga, og tey sum arbeiða. Vald og pengar mugu flytast frá teimum fáu til tey mongu. Tí ein sterkur felagsskapur gagnar øllum – eisini teimum á ovastu rók. Tí eru norðurlendsku javnaðarsamfeløgini sterkastu samfeløg í heiminum. Í løtuni eru vit á skeivari kós. Vit skulu hava eina nýggja og meira rættvísa javnvág millum tey, sum eiga loyvi, rættindi, skip, virki og fyritøkur og tey, sum einans eiga arbeiðsmegina, tey selja hvønn dag.

Góðu javnaðarfólk Eg verði ofta spurdur, hví eg eri javnaðarmaður. Fleiri siga mær, at tað bara er tí, eg eri føddur inn í eina javnaðarfamilju. At eg líkasum havi fingið tað við blóðinum.

Eg gjørdist javnaðarmaður, tí eg trúgvi uppá, at vit fáa besta samfelagið, um vit øll hava veruligt lívsfrælsi til at velja okkara egnu lívsleið. At vit øll eiga at hava somu rættindi og somu skyldur. At vit fáa tað besta samfelagið, um vit hava eitt samhaldsfast samfelag. Og eg gjørdist meira sannførdur javnaðarmaður, tá eg vaks til, og tað gjørdist mær greitt, at tað var Javnaðarflokkurin, sum kom við fólkapensjónini, Samhaldsfasta, fyritíðarpensjónini og arbeiðsloysisskipanini. Ja, tað vóru sosialdemokratarnir, sum við sveitta og stríði skaptu tey norðurlendsku vælferðarsamfeløgini, vit hava í dag.

Og eg gerist enn meira sannførdur javnaðarmaður, tá eg síggi órættvísi í dag. Tá eg síggi, at nøkur kunnu ríka seg upp upp á spekulatión og framíhjárættindi, meðan onnur mugu liva í fátækraváða. Eg gerist enn meira sannførdur, tá borgarliga samgongan økir um ójavnan í samfelagnum, samstundis sum hon fíggjar okkara vælferð við lántøku í allarbestu tíðum. Lán, sum komandi ættarlið sleppa at rinda aftur. Bara tí at borgarliga samgongan ikki vil, at tey, sum forvinna tíggjutals, hundraðtals milliónir, og ja, milliardir, skulu rinda sín rættvísa part til samfelagið.

Eg verði sterkari í sannføringini, tá vit hava eina borgarliga samgongu, har løntakarin verður fátækari og tey ríku ríkari. Har fleiri og fleiri ikki hava ráð til egnan bústað, samstundis sum fleiri og fleiri eiga fleiri bústaðir. Eitt samfelag, har samhaldsfesti verður veikari og sjálvsøkni sterkari. Jú, eg havi fingið javnaðarvirðini inn við móðurmjólkini, men eg eri ein errin javnaðarmaður. Og eg eri fegin um at vera tykkara formaður. Tí saman skulu vit vinna komandi val. Tí saman skulu vit venda gongdini, og saman skulu vit skapa eitt rættvísari samfelag, har ríkidømið ikki framhaldandi sleppur at savnast á fáum hondum, men kemur øllum føroyingum til góða.

Og har vit skipa karmarnar soleiðis, at enn størri virði kunnu skapast. Góði landsfundur Einki er ordiliga burtur, so leingi sum tú minnist tað. 15 Tað øvugta av at minnast er at gloyma. Gloyma søguna. Gloyma framtíðina. Og bara hugsa um løtuvinningin her og nú. Men vit byggja á herðarnar á teimum, sum vóru, og vit byggja fyri tey, sum koma. Latið okkum minnast tað.

Latið okkum minnast, at kreppan í hálvfemsunum lærdi okkum, hvat vit ikki skulu gera við skattakrónurnar hjá Føroya fólki. Latið okkum minnast tey, sum bardust fyri, at vit kunnu standa her í dag. Og latið okkum minnast fortíðina, so vit kunnu geva okkara eftirkomarum eina trygga og góða framtíð. Politikkur er at vilja nakað, segði Olof Palme. Tað skal ongantíð vera nakar ivi um, hvat Javnaðarflokkurin vil. Vit vilja vælferðarsamfelagið.

Vit vilja berjast fyri einum jøvnum samfelagi, har vaskifólkið hevur sama virðið sum stjórin, og tey hava møguleika at búgva á somu gøtu. Har vit øll hava somu rættindi og somu skyldur. Tað eru ikki bara tey fáu, sum skapa virðini. Tað eru vit øll. Og sum javnaðarfólk skulu vit ongantíð gloyma hetta. Vit skulu minnast tað.

Takk fyri og góðan landsfund øll somul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo