Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Vinna

Á myndini eru Bjarni Fríðberg, deildarleiðari á KT-deildini hjá Landssjúkrahúsinum og Eyðun Thorsvig, deildarleiðari á Tøkni- og rakstrarloysnir hjá Formula

Á myndini eru Bjarni Fríðberg, deildarleiðari á KT-deildini hjá Landssjúkrahúsinum og Eyðun Thorsvig, deildarleiðari á Tøkni- og rakstrarloysnir hjá Formula

Á myndini eru Bjarni Fríðberg, deildarleiðari á KT-deildini hjá Landssjúkrahúsinum og Eyðun Thorsvig, deildarleiðari á Tøkni- og rakstrarloysnir hjá Formula

Formula: Sjúkrahúsverkið hevur gjørt avtalu við Formula um at styrkja KT-trygdina og verja sínar KT-skipanir móti vaksandi talgildu hóttanunum. Avtalan er ein liður í arbeiðinum at tryggja støðugan og álítandi rakstur av teimum týdningarmiklu KT-skipanunum, sum føroyska heilsuverkið er bundið at.

KT-trygd hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn í dag. Sjúkrahúsverkið er ein týðandi partur av føroyska samfelagnum, og álítandi KT-skipanir hava stóran týdning fyri samfelagið.

Við nýggju avtaluni skal Formula veita framkomnar trygdarloysnir, sum skulu styrkja verjuna móti KT-álopum og øðrum talgildum hóttanum. Loysnirnar gera tað møguligt at fylgja við virkseminum í KT-umhvørvinum alt samdøgri allar dagar á árinum, fyri at varnast illgrunasamt virksemi tíðliga og skjótt seta neyðug trygdarátøk í verk.

Fyribyrging, skjótari uppdaging og betri tilbúgving
Ein týðandi partur av avtaluni er at styrkja møguleikarnar hjá Sjúkrahúsverkinum at uppdaga, fyribyrgja og handfara trygdarhendingar. Við at savna og greina upplýsingar úr KT-skipanum og netverki fæst eitt betri yvirlit yvir trygdarstøðuna. Hetta ger tað møguligt at eyðmerkja hóttanir og gera neyðug átøk, áðrenn tær menna seg til álvarsligar hendingar.

Samstarvið fevnir millum annað um framkomnar trygdartænastur innan MDR, NDR og Next Generation-SIEM, sum saman skulu skapa eina sterkari og meira samanhangandi verju av KT-umhvørvinum hjá Sjúkrahúsverkinum.

KT-trygd snýr seg um at halda virkseminum koyrandi
Endamálið við samstarvinum er ikki einans at verja KT-skipanir, men eisini at stuðla undir, at Sjúkrahúsverkið kann halda fram við sínum týdningarmikla arbeiði, hóast talgildar hóttanir gerast alsamt meira framkomnar.

Við avtaluni tekur Sjúkrahúsverkið enn eitt stig í arbeiðinum at styrkja KT-trygdina og tryggja eitt haldgott undirstøðukervi undir føroyska heilsuverkinum.

Formula fegnast um álitið og sær fram til samstarvið við Sjúkrahúsverkið um at styrkja KT-trygdina í føroyska heilsuverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #