Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Guide to Faroe Islands, savningarstaðið fyri føroysk ferðavinnutilboð, steingir oman fyri 100 ymiskar upplivingar til ferðafólk vikuskiftið 26. og 27. apríl, tá ið átakið hjá Visit Faroe Islands, har hundraðtals ferðafólk koma til Føroya at arbeiða og bøta um gøtur, hegn og annað, gongur fyri seg.

Á síðuni www.guidetofaroeislands.fo kunnu ferðafólk um allan heim velja millum og bóka upplivingar, túrar og onnur ferðavinnutilboð frá yvir 35 ymiskum føroyskum veitarum. Men vikuskiftið 26. og 27. apríl eru allir túrarnir til ferðafólk stongdir.

Eitt undantak er, og tað er strandarudding, har ferðafólk kunnu bóka ein ruddingardag og fara út í føroysku náttúruna og hjálpa føroyingum at rudda plastikk og annað dálkandi fram við føroysku strondunum. Túrurin Beach Cleaning | Volunteer Maintenance Weekend er einasti møguleikin hjá ferðafólkum, sum vilja bóka túr og uppliva Føroyar seinasta vikuskiftið í apríl.

Guide to Faroe Islands hevur sum endamál at leggja lunnar undir eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu í Føroyum og leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið, soleiðis at inntøkurnar frá ferðavinnuni fella til veitarar í øllum krókum í landinum. Hugsjónin er tann, at fleiri í framtíðini kunnu bjóða ferðafólkum veitingar og kunnu liva av hesum.  

Guide to Faroe Islands vil í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi føroyska ferðavinnu arbeiða tætt saman við myndugleikum og áhugabólkum og laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra tørvi og treytum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo