Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Faroe Dive: Vinnukavarar við prógvi frá føroyska vinnukavaraskúlanum fáa viðurkenning og arbeiðsloyvi uttan úr heimi.

Føroyski vinnukavaraskúlin fór undir at útbúgva vinnukavarar eftir altjóða leisti í 2010.

Síðani virksemið byrjaði fyri 8 árum síðani, hevur ovurstór menning verið á síggja á fleiri økjum innan føroyska vinnukaving.

Í dag er kavaravinnan framvegis í menning og alt fleiri velja vinnukaving sum sína yrkisleið.

Leiðslan á skúlanum hevur frá byrjan arbeitt fyri, at kavarar við føroyskari vinnukavaraútbúgving eisini skulu fáa viðurkenning og arbeiðsmøguleikar úti í heimi.

Hetta áhaldandi arbeiðið hevur givið úrslit. Vinnukavarar við útbúgving frá føroyska vinnukavaraskúlanum hava fingið viðurkenning og arbeiðsloyvi frá mynduleikunum í Noregi, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Tá føroyskir vinnukavarar ferðast longur út í heim at arbeiða, leggjast uttan iva fleiri lond afturat listanum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo