At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Forsætisráðharraevnið hjá Konservativa flokkinum í Danmark, Søren Pape Poulsen, hevur biðið grønlendingar um umbering, eftir at hann í eini samrøðu umrøddi Grønland sum "Afrika på is".

Fólkatingslimurin hjá IA, Aaja Chemnitz, kravdi eina umbering frá formanninum í Konservativa flokkinum, og tað hevur hon nú fingið, váttar hon fyri Ekstrablaðnum.

- Hann hevur sent mær eina umbering men tað átti at verið ein almenn umbering til øll í Grønlandi, sigur Aaja Chemnitz.

Søren Pape Poulsen hevur síðani sagt, at orðini hjá honum vóru óheppin, men hann heldur fast við, at Grønland í mangar mátar minnir um eitt menningarland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo