

Forsætisráðharri Mette Frederiksen hitti Føroyanevndina í vikuni til eitt prát um týdningarmikil mál fyri Føroyar.
Tað er Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, sum er formaður í Føroyanevndini og hevði skipað fyri fundinum.
Á fundinum var tað serliga føroyski tørvurin á einari nýggjari handilsavtala við ES, sum bleiv nógv umrøddur.
Mette Frederiksen var sera positiv, og stjórnin stuðlar hesum ynskinum, segði hon millum annað. Harumframt vóru millum annað viðurskifti sum uttanríkis- og verjupolitikkur og Arktis á skránni.
Tað er siðvenja, at forsætisráðharrin hittir Føroyanevndina einar tvær ferðir hvørt valskeið. Hesir fundir eru sera gevandi fyri báðar partar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo