Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Ofta hevur verið kjakast um skúlabúgvin børn, hvat tað merkir, hvør skal meta um tað og líknandi. Kjakið hevur eisini snúð seg um, hvørt skúlin er klárur at taka ímóti øllum børnum, hvat endamál og hvørja uppgáva skúlin hevur, og hvør uppgáva liggur hjá foreldrum og námsfrøðingum.

Skúlin hevur námsætlanir fyri hvørja lærugrein í hvørjum árgangi, og lærarin leggur sína undirvísingarætlan út frá henni.

At barnið er skúlabúgvið hevur alstóran týdning fyri eina góða skúlabyrjan. Annars er vandi fyri, at barnið fær eina keðiliga uppliving av at ganga í skúla, ikki trívist og mennir eina ringa sjálvkenslu, sum hevur óhepnar avleiðingar fyri víðari menningina, bæði fakliga og sosialt. Upplivingin hjá barninum av at hepnast, at trívast og kenslan av at “duga” í skúlabyrjanini, kann tí ikki undirmetast.

Tískil átti tað at verið ein sjálvfylgja, at námsfrøðingar og lærarar samstarva um tey 5-6 ára gomlu børnini, og at hetta samstarv helt fram inn í skúlabyrjanina. Vit lærarar hava okkara fakligu atlit at taka í einum slíkum samstarvi, og námsfrøðingar hava síni. Saman geva vit barninum eitt gott grundarlag fyri læring, skrivar Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo