Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá landsstýrismaðurin í lógarmálum nú leggur fram lógaruppskot um at tað skal verða loyvt fríari fosturtøku, vil eg hervið koma við eini áminning.

Vit eru á Jørðini í bert stutta tíð, og tá hendan tíðin er av, fara vit yvirum.

Tann ið hevur vent við frá synd síni, og hevur tikið ímóti Jesusi, fer yvirum til ævigt lív.

Tann ið ikki vil venda við frá synd síni, men heldur fram við at synda, fer yvirum til ævigan deyða.

Tann ið fer til Himmals, verður fyltur við gleði, friði og takksemi.

Tann ið fer til Helvitis, verður fyltur við sorg, stúran og ræðslu.

Vendið tí við til Harran Jesus so at tit kunnu verða bjargað frá tí dómi sum skjótt kemur!

Jesus sigur í Orði Sínum:

“Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er.

Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin.

Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin!

Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn, og gongur við lygn.”

Opinberingin kapittul 22 vers 12 – 15

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo