Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Berøa: Í tíðarskeiðinum frá 8. apríl til 13. mai verður Berøa í Saltangará karmur um bíbliutíma-røðina "Frá skapan til Ábraham", har øll eru vælkomin at luttaka, sum ynskja at koma at kenna orð Guds og HARRAN betur og soleiðis vaksa andaliga – bæði ung og eldri.

Undir heitinum "Hvat lærir orð Guds?" skipar Petur á Roykheyggi saman við øðrum fyri bíbliutímum um ymisk evni og tíðarskeið í orði Guds.

Komandi 6 vikurnar – frá 6. apríl til 13. mai – verður fyrsta røðin, har evnið er “Frá skapan til Ábraham”. Talan er um seks fylgjandi mánakvøld kl. 19:30-21:00 og tveir leygardagar fyrrapart kl. 10:00-13:00.

Røðin er henda:

Mán. 08-04: Skapanin, 1. partur (skapanarverkið)Pætur M. Hansen

Mán. 15-04: Skapanin, 2. partur (menniskjað)Jens Bech

Leyg. 20-04: Syndafallið og avleiðingarnar av tíIngvard Petersen

Mán. 22-04: NóaPetur á Roykheyggi

Mán. 29-04: Nóa í Nýggja testamentiKarl Jóhan Nielsen

Leyg. 04-05: Ábram – lyfti og sáttmáli GudsOddfríður Petersen

Mán. 06-05: Ábram og LotJohn Færø

Mán. 13-05: Lív ÁbrahamsGunnar Nielsen

Mánakvøldini verða tveir bíbliutímar við einum drekkamunni ímillum, og leygarmorgnarnar verða tríggir bíbliutímar við ávíkavist einum drekkamunni og einari máltíð ímillum.

Hjartaliga vælkomin í Berøa – ung sum eldri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo